Sjálvandi fara vit at krevja lænarhækking. Tað sigur Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag.
Og tað sigur hann nú tað er greitt, at samráðingarnar um ein nýggjan sáttmála við arbeiðsgevararnar byrja í næstu viku.
Annars endar sáttmálaskeiðið hóskvøldið á midnátt, og fríggjadagin er fyrsti mai. Men partarnir eru samdir um at leingja hann í tvær vikur til hálvan mai.
Tað er korona-kreppan, sum hevur fingið partarnar at úrseta samráðingarnar, men nú byrja tær so í næstu viku.
Annars hittast partarnir mikudagin og har fara teir at handa hvørjum øðrum krøvini, teir hava til ein nýggjan sáttmála og í næstu viku verður so farið undir sjálvar samráðingar.
Aftur hesa ferð eru tað øll arbeiðarafeløgini í landinum, sum fara at samráðast saman. Talan er um Føroya Arbeiðarafelag, sum umfatar øll feløgini uttan tey í Havn og tey í Klaksvík. Men arbeiðsmannafeløgini í Havn og í Klaksvík vera kortini við í samráðingunum hesa ferð, sum tey hava verið í nógvum av teimum seinastu samráðingunum.
Georg F. Hansen vil ikki siga so nógv um samráðingar, men hann váttar, at lønarhækking verður eitt av krøvunum.
– Ein lønarhækking verður eitt av okkara fremstu krøvum, sigur hann.