Sjálvandi skulu misnýtarar hjálpast

Forkvinnan í trivnaðarnevndini hjá Løgtinginum sigur, at rúsevnismisnýtarar skulu hjálpast í Føroyum

Í løtuni er torført hjá fólki, sum eru rúsevnismisnýtarar, at fáa nakra hjálp í Føroyum.

Vikuskiftis-Sosialurin visti fyri viku síðani at siga frá ungum manni, sum var avvístur á Landssjúkrahúsinum. Heldur ikki viðgerðarstovnarnir Heilbrigdi og Blái Krossur megnaðu at taka sær av unga manninum.

- Sjálvandi er hetta ikki nóg gott. Vit mugu og skulu hjálpa fólki, sum vilja hava hjálp at sleppa úr misbrúki, sigur formaðurin í trivnaðarnevndini, Katrin Kallsberg við VikuskiftisSosialin.

Viðgerðarstovnarnir í Føroyum viðgera fólk fyri alkoholmisnýtslu og partvís fyri gomul, kend rúsevnir. Nú sæst, serliga millum ung fólk, at tey rúsa seg við øðrum evnum, sum ikki eru kend um okkara leiðir.

Les meira um evnið í VikuskiftisSosialinum, sum er komin út.