Sjálvandi skulu vit við lóg verja minnilutabólkar?

Inga Ellingsgaard

Meðani eg var uttanlands og ferðaðist, hendi syrgiligi tilburðurin við Rasmusi, at hann umframt at verða happaður fyri at verða samkyndur, eisini var hóttur eftir lívinum.
Tíbetur eru nógv fólk, sum eisini gera vart við seg í bløðunum -  har er nógv gott skrivað.
Eg havi ilt við at trúgva, at meirilutin av okkara fólki skal hava nakað ímóti, at vit við lóg tryggja, at happing av samkyndum verður bannað. Tað er tað, málið snýr seg um.
Vit minnast, hvussu ófatuliga long tíð gekk, áðrenn vit fingu javnstøðulóguna viðtikna. Eisini tá regnaði við skriftstøðum úr Bíbliuni sum argumentatión móti, at lógin varð viðtikin.
Tá Kvinnufelagið síðst í 80-unum fór undir at stovna Kvinnuhúsið, var eisini sagt, at hetta var fullkomuliga óneyðugt í Føroyum, tí føroyskar kvinnur høvdu tað so gott. Her var ongin, sum bukaði kvinnur og børn. Men tað vísti seg skjótt, at Kvinnuhúsið fekk úr at gera, og at føroyskar kvinnur og børn teirra ikki hava tað pettið betri enn í londunum kring um okkum. Tørvurin var her og størri enn væntað.
At misnýtsla av børnum, incest, eisini var í Føroyum, kundi heldur ikki passa. Men tað hevur víst seg, at á hesum øki er líka so galið, sum í øðrum londum.
Vit eru ikki pettið annarleiðis enn fólk í øðrum londum og hava somu trupulleikar sum tey.
At fólk eru samkynd, kunnu tey ikki sjálv gera nakað við, soleiðis eru tey skapt. Tað eiga vit at góðtaka uttan víðari. Tað eru ikki tey, sum eru trupulleikin!
Hví skal hetta verða ein trupulleiki hjá øðrum?
Hvat viðkemur sexualiteturin hjá øðrum menniskjum okkum?
Er eitt menniskja ikki eitt menniskja uttan mun til sín sexualitet?
Hvat er hetta fyri ein býtt ræðsla nøkur fólk hava?
Hvat er at ræðast?
Vit hava so nógvar møguleikar at finna fakta fram um ymisk evni í dag. Tí eru míni ráð til tykkum ræddu: Kunnið tykkum um evnið, so tit ikki í býttheit gera næstanum fortreð.
Vit mugu krevja av løgtingsmonnum, at teir eru sína uppgávu vaksir og taka hetta í álvara, so diskriminatiónslógin eisini kemur at umfata kynsliga orientering. Hetta er einki minni enn teirra skylda.
Tað er at fegnast um, at fleiri teirra nú siga seg vilja taka undir við, at diskriminatiónslógin eisini skal fevna um sexuella orientering. Teir taka ábyrgd.
Eg fari so inniliga at heita á restina av tingmonnunum, sum enn eru ímóti, at hugsa seg um og broyta støðu. Hvussu kunnu tit liva við og forsvara, at okkara lóggáva skal vera verri enn í londunum kring okkum?  Tað er stór vanærulig skomm!!!