Sjálvkoyrandi bilar ávegis til Danmarkar

Framyvir kanst tú seta teg í tí egna bil og verða fraktað aftur og fram, uttan at lyfta ein fingur.

 

Tí í komandi viku fer eitt lógaruppskot í Fólkatingi, sum ráðharrin í transportmálum Ole Birk Olesen leggur fram. Uppskotið skal lata upp fyri, at royndartiltøk skulu loyva sjálvkoyrandi bilum á vegin.

 

 

- Vit mugu ikki lata eyguni aftur fyri tí stigvísu menning, sum er í gongd innan sjálvkoyrandi biltøkni, sigur transportráðharrin í tíðindaskrivi til danskar miðlar.

 

 

Bæði kommunurnar í Aalborg og Vesthimmerland hava boðað frá, at tær hava søkt um loyvi at fara í gongd við eina royndarverkætlan, sum inniber sjálvkoyrandi bussar.

 

 

Um lógaruppskotið verðu samtykt, so kann ráðharrin kortini trekkja loyvini aftur, um so er, at ivamál er um trygdina.

 

 

Hetta veit dr.dk í dag.