Sjálvmorðsbumba í floghavnini í Moskva

Í minsta lagi 20 fólk doyðu, tá ein sjálvmorðsbumbumaður sprongdi seg í luftina í komuhøllini í Domodedovo-floghavnini í Moskva seinnapartin. Tað skriva tíðindastovurnar Interfax og Itar-Tass. Sagt verður, at meiri enn 20 fólk eru særd.

Eitt eygnavitni situr við Itar-Tass, at spreingingin var í tí staðnum í komuhøllini, har ferðafólk koma við flogførum, sum koma úr øðrum londum.

kekenskir uppreistrarmenn hava fyrr skipað fyri fleiri yvirgangsatsóknum í Moskva, men enn hava myndugleikarnir einki sagt um, hvør bumbumaðurin í dag var.