Hóast tað ikki eydnaðist at fáa fult hesaferð, so er einki at ivastí, at sjálvsálitið hjá fuglfirðingunum er betri nú, enn tað var størsta partin av árinum í fjør.
Eyðolvur Petersen, sum nú stórtrívist á høgra bakki, helt sjálvur eftir dystin, at avrikið mundi vera tað besta hjá ÍF higartil í ár. Ikki minst fegnaðist hann um, at tað bar til at koma aftur, hóast teir tríggjar ferðir sóu Skála leggja seg á odda.
- Orkan hjá okkum er munandi betri nú, enn hon hevur verið, og menn trúgva veruliga upp á tað. Hóast hinir koma á odda, so halda vit á at stríðast, og tað gevur nakað, heldur hann.
Komandi vikuskifti skal ÍF royna seg á heimavølli móti B36. Tann dysturin endaði í fjør við javnleiki. Spurdur um vónirnar, tykist Eyðolvur enn einaferð at undirstrika, at sjálvsálitið er í lagi.
- Vit hava heimavøll í tí dystinum, so vit fara eftir sigrinum. Vit skulu halda fram á sama hátt, sum vit eru byrjaðir, so í útgangsstøðinum má tað væl merkja, at vit skulu eftir sigrinum hvørja ferð, staðfestir altso Eyðolvur Petersen at enda.