A.P. Møller Grunnurin hevur eftir umsókn latið Føroya Sjómansskúla knappa hálvatriðju millión krónur til innrættan av nýggjari brúgv á skúlanum.
Mikumorgunin vitjaði Mærsk McKinney Møller Sjómansskúlan.
Dánjal Johan Poulsen beyð gestinum vælkomnum, og takkaði fyri gávuna. Hann nevndi krónutalið, sum nágreiniliga er 2.369.831,- Umframt hevur Grunnurin boðið sær til at vegleiða skúlanum, tá tekniska útgerðin til nýggju búnna skal keypast.
Og sjómansskúlastjórin beyð McKinney Møller vælkomnum aftur, tá útgerðin skal takast í nýtslu í august mánaða komandi ár.
Skúlastjórin vónaði, at tað fara at koma fleiri aspirantar frá Mærsk á skúlan. Tað er eitt sindur slakt við tí í løtuni, segði hann.
Mærsk McKinney Møller takkaði fyri mótttøkuna og segði, at tað var sjálvsagt, at grunnurin stuðlaði Føroya Sjómansskúla.
»Og skuldi eitt 50 oyra mangla í, tá liðugt er, fáa tit eisini tað«, legði hann skemtandi afturat.
»Eg havi kent hendan skúlan og verið góður við hann, síðan eg sum heilt ungur hoyrdi um hann frá pápa mínum«, segði Mærsk McKinney Møller.