Sjálvstýri á danatingi

Nývaldu grønlendsku fólkatingslimirnir vilja hava ávirkan í Fólkatinginum, og tí hava teir gjørt tingbólk saman við Høgna Hoydal úr Tjóðveldisflokkinum. Saman standa teir sterkari, og økt sjálvstýri er ovast á dagsskránni hjá Útnorðurbólkinum, sum hann verður róptur.

Sjálvstýri


Lars Emil Johansen og Kuupik Kleist eru nýggju fólkatingslimirnir hjá Grønlandi, sum skulu liva upp til lyftini í valstríðnum um at arbeiða fyri øktum sjálvstýri í Grønlandi.

Teir báðir umboða ávikavist Siumut og Inuit Ataqatigiit, men teir fara ikki á sama hátt sum áður at samstarva við donsku systurflokkarnar. Teir vilja vera óheftir, so teir í størri mun kunnu leggja fram síni egnu sjónarmið í Fólkatinginum.

Á tíðindafundi týsdagin løgdu teir fram sín boðskap, har tað verður sagt, at Grønland nú noyðist at fara undir arbeiðið at gera seg meira óheft av Danmark og danska blokkstuðlinum.

- Næsta stigið í grønlendskum politikki er sjálvstýri. Ikki eftir einum degi, sjálvandi. Men í øllum førum skulu vit byrja uppá hetta arbeiðið. Eitt sjálvstýri, sum byggir á kærleika til Danmark og danska fólkið og ikki uppá búskap og danskar pengar, segði Lars Emil Johansen.


Føroyar fyrimyndin

Fullveldistilgongdin í Føroyum er fyrimyndin hjá teimum báðum grønlendsku politikarunum. Teir vilja ikki bert vera áskoðarar til hesa gongdina longur. Grønland skal eisini til at taka somu stig, sum landsstýrið hevur tikið og ætlar at taka.

Fullkomna loysing tosa teir ikki um enn. Teir tosa í staðin um eitt stigvíst økt sjálvstýri, har Grønland tekur á seg fleiri uppgávur og í síðsta enda um ein felagsskap við trimum sjálvstýrandi londum, Grønlandi, Føroyum og Danmark.

- Í dag er ikki talan um ein felagsskap. Ein slíkan vilja vit gjarna vera við til at seta á stovn, og tað fara vit at brúka okkara orku í Fólkatinginum til at virka fyri, segði Kuupik Kleist.

Hann sipaði millum annað til avtalurnar við USA, sum loyvir amerikansku verjuni at vera í Grønlandi. Hesar avtalurnar ? eitt nú verjuavtaluna frá 1951 - hava grønlendingar sjálvir onga ávirkan havt á. Tær vóru gjørdar, tá Grønland framvegis var ein koloni - eitt danskt hjáland.

- Vit vita ikki so frætt sum, hvat stendur í hesum avtalunum, og tað er ikki nøktandi, segði Kuupik Kleist.

Tað finnast frágreiðingar, sum vísa, at Danmark hevur stóran vinning av amerikanska virkseminum í Grønlandi. - Men vit vita ikki, um hetta passar og hava ongantíð fingið atgongd til avtalurnar, sum liggja í donsku ráðharrastovunum, legði Lars Emil Johansen afturat.


Støðið undir búskapinum

Tað hevði verið meira rímiligt, um Grønland sjálvt gjørdi avtalur við USA og fekk pengarnar, sum landið møguliga er sinnað at gjalda, halda teir. Hesir pengarnir kundu so verið brúktir til at byggja upp ein sjálvstøðugan grønlendskan búskap.

Ognarrætturin til jørðina og undirgrundina og tey mineralir, sum møguliga liggja har, verður eisini eitt mál, sum teir báðir fara at taka upp í Fólkatinginum. Her liggja eisini inntøkukeldur, sum saman við stóra fiskiríkidøminum kunnu stápla ein sjálvstøðugan buskap uppá beinini.


Neyvan í hesum umfarinum

Grønland er munandi meira heft av danska blokkstuðlinum enn Føroyar eru. Teir báðir nývaldu fólkatingslimirnir vita eisini, at Grønland verður ikki ein sjálvstøðug tjóð tey fyrstu árini.

- Í valstríðnum settu fleiri sær tað mál, at hetta skuldi verða seinasta fólkatingsvalið í Grønlandi. Eg sigi ikki, at vit røkka málinum í hesum umfarinum, men hvør veit - kanska næstu ferð, segði Kuupik Kleist.

- Tá vit fóru úr EF á sinni, søgdu øll, at tað fer ongantíð at ganga. Tit kunnu ikki standa uttanfyri henda stóra felagsskapin. Men tað bar til, segði Lars Emil Johansen.

- Í fyrsta umfari vilja teir hava ávirkan og seta Grønland á landkortið í Fólkatinginum. Við at skipa ein felags tingbólk saman við Høgna Hoydal rokna teir við at fáa fleiri nevndarsessir, og her eru sessir í Uttanríkinevndini, Heilsunevndini, Evropanevndini og nevndum, ið viðvíkja Grønlandi, serliga av áhuga.

Útnorðurbólkurin í Fólkatinginum er farin til verka, og málið er sjálvstýri.