Tað er greitt, nú Óli M. Lassen hevur tikið seg úr Sjálvstýrinum og er farin upp í Fólkaflokkin.
Tað visti sjónvarpið hjá Kringvarpinum at siga í kvøld.
Sjálvstýri fekk tvey umboð vald í Klaksvíkar býráð á valinum 10. november. Tvey færri, enn flokkurin fekk í 2016, tá hann gjørdist størsti flokkur í Klaksvík við fýra býráðssessum. Flokkurin hevði eisini borgarstjóran í undanfarnu tveimum býráðnum.
Men nú er eingin sjálvstýrisrødd eftir í Klaksvíkar býráð.
Óli Matras Lassen er annars gamal fólkafloksmaður. Hann varð valdur í býráðið í Klaksvík fyri Fólkaflokkin í 2008 við 159 persónligum atkøvðum.
Í 2012 varð hann ikki valdur, tá hann stillaði upp aftur fyri Fólkaflokkin. Hann gjørdist nummar 7 á listanum við 82 persónligum atkvøðum.
##med2##
Í 2016 stillaði Óli M. Lassen upp fyri Sjálvstýri og varð valdur við 80 persónligum atkvøðum. Hann var tá ein av fýra býráðslimum fyri Sjálvstýrisflokkin.
Í 2020 varð hann afturvaldur við 84 atkøvðum, sum annað umboðið fyri Sjálvstýri.
Við sjónvarpið segði hann, at orsøkin til at hann fór upp í Sjálvstýri var Jógvan Skorheim. Nú Jógvan Skorheim er farin úr flokkinum, er Óli M. Lassen eisini farin – men hann er ikki farin uttanflokka, men farin upp í Fólkaflokkin, sum nú hevur seks umboð av 11 og harvið meirilutan.
Einasta politiskt valda umboð hjá Sjálvstýrinum í Føroyum nú er Kristin Michelsen, løgtingsmaður á Tvøroyri.