Sjálvstýrið greiða støðu til sandoyartunnil

- Sjávstýrisflokkurin er ikki ein flokkur, ið broytir hugsan frá degi til dags

Hetta sigur Kári P. Højgaard, formaður í Sjálvstýrisflokkinum við Sjónvarpið í kvøld

Áðrenn valið meldaði Sjálvstýrisflokkurin út, at hann fór ikki at góðtaka tunnilin til Sandoyar, so leingi eingin fígging er til tess.

Seinastu tveir tímarnir hava landsnevndin og tingbólkurin hjá Sjálvstýrisflokkinum samráðst um møguliga politiska samstarvið við samgonguna, sum misti sín meiriluta í farnu viku, tá Gerhard Lognberg tók seg úr samgonguni.

Landsnevndin og tingbólkurin hava gjøgnumgingið hjartamálini hjá flokkinum, og viðgjørt, hvørt hesi samsvara við løgmansrøðuna.

- Tað verður ein langur fundur, men eg vóni at vit koma til eina niðurstøðu í kvøld, sigur Kári P. Højgaard, formaður Sjálvstýrisfloksins.