Sjálvtøkur virknar aftur

Fleiri av sjálvtøkunum, sum hava verið óvirknar um vikuskiftið eru nú virknar aftur.

Í sambandi við umlegging til nýggjan KT-veitara, hava allar landsins sjálvtøkur verið óvirknar um vikuskiftið. Í løtuni arbeiða fólk av øllum alvi fyri at fáa sjálvtøkurnar í gongd aftur við nýggjum skipanum, skrivar heimasíðan hjá Eik.

Arbeiðið gongur væl og tíðarætlanin heldur, siga fólkini, sum skulu runt til hvørja einstaka sjálvtøku fyri at tryggja, at alt er, sum tað skal vera. Væntandi verða allar sjálvtøkur virknar aftur í seinasta lagi fríggjadagin 14. mai.

So hvørt sum sjálvtøkurnar eru virknar aftur, verður hetta skrásett á yvirliti yvir allar sjálvtøkurnar.

Sjálvtøkurnar stongdu fríggjadagin klokkan 16 - og fram til ta tíð fríggjadagin vóru røðirnar langar við fleiri av sjálvtøkunum.