Sjómannadagur
Hin fimmti sjómannadagurin í røðini, sum klaksvíkingar og norðoyingar hava skipað fyri, er lagdur aftur um.
Sosialurin fer at gera burtur úr tiltakinum, sum eydnaðist sera væl, og í dag hava vit tvær síður og fara at venda aftur í blaðnum í morgin við meira og øðrum tilfari í sambandi við tiltakið.
Setanin fór fram í góðveðri leygarmorgunin klokkan 11. Tað var borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Gunvá við Keldu, sum fyrst segði nøkur orð og beyð vælkomin, og síðan setti landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, dagin.
Gunvá við Keldu vísti á, at tað ongantíð hevur meira týdningarmikið at halda ein slíkan dag, sum nú kreppa er í fiskivinnuni.
- Tað eru ikki bara tey, sum luttaka beinleiðis í hesi vinnu, sum fáa ágóðar av henni. Fiskur hevur verið okkara lívsgrundarlag gjøgnum mong ár.
Borgarstjórin helt tað vera uppá sítt pláss, at hesin dagur verður hildin til heiðurs fyri okkara sjófólk.
Hon segði, at ymisku tættirnir í vinnuni eisini eru ein partur av okkara mentan, og hon segði seg fegnast um eitt nú seglskipini, sum komin vóru til bygdar og eru við til at seta sín serstaka dám á tiltakið.
- Vit eiga eisini at geva teimum eldsálum, sum standa aftanfyri hetta tiltak, eitt herðaklapp, legði hon aftrat.
Gunvá við Keldu endaði við at lesa úr yrkingini ”Mítt hav”, sum Regin Askham gjørdi um ein buldrasligan túr heim úr Íslandi við Jøkli.
Onnur síða
Landsstýrismaðurin í fiskivinnmálum hevði eina góða setanarrøðu, har hann byrjaði við at vísa á, at eitt ár kann býtast upp á ymiskan hátt, eitt nú í yrkadagar, sunnudagar, halgidagar og merkisdagar.
- Sjómannadagurin er ein merkisdagur, sum nú er vorðin ein siður. Dagurin er sín egni. Hann er tykkara merkisdagur, og eingin dagur í árinum er eins og sjómannadagurin.
Jacob Vestergaard segði, at hetta er dagurin, tá sjófólk og fleiri, ið standa teimum nær ella kenna seg hava samleika við tey, steðga á og lata eina samanrenning fara fram – eina samanrenning millum mentan, álvarsemi, skemt og spæl.
- Henda samanrenning styrkir samanhaldið tykkara millum, eins og hon leiðir fólk úr øðrum økjum at tykkara leiðum. Á henda hátt fáa tey innlit í eina síðu av tykkum sjófólkum, ið ikki er sjónlig í dagliga stríði tykkara. Henda síðan vísir okkum, at sjálvt um sjófólk eru von at kenna avbjóðingar, mótgang og at taka tung tøk, er tann skemtiligi parturin av tilveruni eisini ein partur av teimum – ja, ein týðandi partur, sum ger tað lættari at koma ígjøgnum tær tungu løturnar, segði hann.
Broytilig náttúra
Jacob Vestergaard vísti á, at tað at kenna avbjóðingar og mótgang er ein meira sjálvsagdur lívslutur innan sjó-og fiskivinnuna enn í øðrum vinnugreinum.
- Henda vinna er meira beinleiðis tengd at náttúruni og teimum alstóru broytingum, ið har eru. Samstundis er henda vinna tengd at altjóða marknaðarráki, ið kanska eru eins broytilig og náttúran.
Hann segði, at eyðkenni fyri náttúru og altjóða pallin er, at hesi ávirka okkara vinnu almikið, meðan møguleikarnir hjá vinnuni at ávirka tey, eru so at siga eingir.
- Tí er kynstrið hjá vinnuni og tykkum sjófólkum altíð tað sama – at megna at tillaga seg støðugt broytandi umstøðum, legði hann aftrat.
At reisa seg
Jacob Vestergaard ásannaði í síni setanarrøðu, at greinar av samfelag og vinnu okkara eru í kreppu, og at kreppan kann kennast tung, har hon rakar.
- Men nógvar vinnugreinar hvíla á góðum grundarlagi, eitt nú tí, at marknaðarprísir hava hildið sær, eins og at framleiddu nøgdirnar eru stórar. Tað er tí mín størsta vón, at smidligar flytingar av arbeiðsorku millum vinnugreinar er ein veruleiki, soleiðis at yrkismøguleikar standa fólki í boði, tá afturgongd í teirra vinnugrein gerst veruleiki, legði hann aftrat.
Landsstýrismaðurin vísti á, at í langtíðarhøpi er afturgongd í vinnu og búskapi okkara ikki nakað nýtt fyribrigdi.
- Øll minnast kreppuna í nítiárunum, og flestu okkara hava lisið um líknandi kreppu í fimmtiárunum. Søgan hevur tó lært okkum, at vit reistu okkum aftur, sjálvt um hesar kreppur vóru munandi størri, enn afturgongdin er í dag. Tískil kunnu tær kreppurnar als ikki samanberast við dagsins støðu. Tær vinnugreinar og fólk, sum hava verið fyri afturgongd, fara heilt vist at finna nýggjar møguleikar, sum kunnu tryggja grundarlag fyri mennandi framtíðarleið, sum hann tók til.
Tøk takast
Í síni setanarrøðu nevndi Jacob Vestergaard eisini nýggju Norðborg, sum er nýggjasta og mest framkomna skip í føroyska fiskiskipaflotanum.
- Við hesi verkætlan hava norðoyingar prógvað, at teir standa í fremstu røð, tá nýggjar leiðir skulu troytast. Tøk kunnu takast, og eingin orsøk er at halda, at okkurt takið ikki verður tikið aftrat, soleiðis at vøkstur aftur kann síggjast innan nýggj øki. Við tí dirvi og tí áræði, sum er í fólkinum, ivist eg heldur ikki í, at umstøðurnar skjótt fara at gerast betri, legði hann aftrat.
Landsstýrismaðurin nam eisini við grundarlagið undir allari fiskivinnu, sum eru fiskastovnarnir.
-Vit vita, at nakrir fiskastovnar eru á einum lágum støði í dag, men tað er mín avgjørda sannføring, at stovnar okkara eru væl vardir, og at grundarlag er fyri, at teir fara at veksa aftur, tá náttúruviðurskiftini eru við okkum. Mínar lívsroyndir hava lært meg, at náttúran ikki bert borgar fyri afturgongd, men eisini fyri framgongd, ið lyftir okkum upp á tindar – úr djúpum dølum. Slík framgongd fer at koma, og tað er bara ein spurningur um tíð, segði Jacob Vestergaard, tá hann setti Føroya Sjómannadag í Klaksvík.