Sjómannadagur
“Onkur má lukta illa fyri, at tú skal kunna lukta væl…”
Jú, so víst hevur roykurin av agni verið eitt av eyðkennunum fyri bryggjukantin í Klaksvík gjøgnum mong mong ár.
Og soleiðis er enn í dag.
Klaksvíkin hevur verið miðstøðin fyri útróðri í Føroyum langt aftur í tíðina.
Tað var borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen, sum segði hesi orðini, vit byrjaðu greinina við, tá hann beyð øll vælkomnum á Føroya Sjómannadegi í Klaksvík í fjør.
Tað var ein kona, sum helst helt seg vera eitt sindur fínari enn vanliga fiskimannakonan. Ein góðveðursdag kom hon gangandi fram við einum húsum, har maður stóð og egndi, og agnroykurin setti út á geilar.
Tá hon gekk fram við, helt hon fyri, at her luktaði illa av agni!
- Ja, men onkur má lukta illa fyri, at tú skal kunna lukta væl, var útóðrarmaðurin skjótur at siga.
Útróður og sjómanslív
Í vikuskiftinum fara klaksvíkingar at skipa fyri enn einum stórum tiltaki. Hesaferð er tað Føroya Sjómannadagur, sum nú verður settur á kjøl á triðja sinni. Tey nógvu tiltøkini og kappingarnar eru á skránni leygardagin, men tey fyrstu tiltøkini byrja longu í annaðkvøld við sjómanssøgum og sjómansvísum í Atlantis.
- Útróðrarmenn og teir, sum starvast á báta-og skipsdekki og annars halda nógv til fram við bryggjukantinum, eru sera glaðir fyri hendan dagin. Dagarnar uppundir tiltakið er vanligt, at teir vaska og mála egningarskúrarnar og gera alt so hugnaligt.
Tað sigur John William Joensen, sum er kunningarleiðari í sambandi við sjómannadagin.
- Hesin dagur er serliga ætlaður útróðrarmonnum, fiskimonnum og familjum teirra, sum hava sjólívið so tætt upp at sær. Fólk, sum ikki hava beinleiðis tilknýti til vinnuna, eru sjálvsagt eisini vælkomin at fylgja við í ymisku kappingunum, hoyra frásagnir og síggja framsýningar av ymiskum slagi, sum eru á skránni hesar dagar.
- Kunningarleiðarin leggur dent á,
at Føroya Sjómannadagur setir fokus á sjómanslívið.
Lágt í metum
- Tað er eingin loyna, at útróðrarvinnan og fyri so vítt eisini fiskivinnan á landi ikki er so høgt í metum, nú flest øll helst skulu víðari í skúla eftir loknan fólkaskúla.
- John Willian sigur, at tað at
standa og egna í nógvum førum verður sæð sum ein neyðloysn.
- Men tað eru nógvir ungdómar, sum tjena sær góðar pengar í skúrunum fram við bryggjukantinum, leggur hann aftrat.
Hann vísir annars á, at bæði tey fyrru árini, Føroya Sjómannadagur hevur verið hildin í Klaksvík, hevur undirtøkan fyri degnum verið stór. Fólk eru komin úr ymiskum heraðshornum.
- Í byrjanini vistu vit slett ikki, hvussu fólk fóru at koma, men tað vísti seg, at undirtøkan fyri degnum longu fyrsta árið gjørdist rættiliga stór. Í fjør mettu vit, at talið lá millum 4.000 og 5.000 vitjandi gestir.
- John William sigur, at heldur
veðrið sær leygardagin, tá ókeypis eisini verður at koyra gjøgnum Leirvíkstunnilin, væntar hann uppaftur fleiri fólk til Klaksvíkar enn í fjør.
Alt er ókeypis
Men tað er ikki bara tunnilin, sum verður ókeypis leygardagin.
- Øll tiltøkini á Føroya Sjómannadegi eru ókeypis, bæði úti og inni. Einasta, sum fólk noyðast at gjalda fyri, er maturin, tey sjálvi keypa.
Kunningarleiðarin vísir á, at tað, at eingi atgongumerki verða seld, ger eisini, at torført er at siga, hvussu nógv fólk kemur til Sjómannadagin.
- Vit hava eisini roynt at skipað so fyri, at eingin søla er á stevnuøkinum, sum lokkar børnini at keypa góðgæti, kandy, ballónir og annað. Tað er bevíst, at vit hava gjørt tað soleiðis, tí vil ætla, at hetta tiltak ikki neyðturviliga skal nýtast at kosta teimum nakað, sum vilja verða við.
Dyggir stuðlar
John William sigur, at Føroya Sjómannadagur er væl stuðlaður av nógvum ymiskum fyritøkum og stovnum, harav tær flestu hava eitt hvørt við sjógvin og sjóvinnu annars at gera.
- Tiltakið í fjør kostaði einar 700.000 krónur, og hetta fingu vit alt fíggjað við stuðli. Eg haldi ikki, vit hava vent okkum til nakra fyritøku, sum hevur sýtt fyri at stuðla, leggur hann aftrat.
Føroya Sjómannadagur setir í fyrsta lagi fokus á sjómanslívið og tað arbeiði, sum sjófólk gera í tí dagliga.
- Soleiðis hava allar kappingarnar, sum eru á skránni, eitt hvørt við sjómanslívið og tað arbeiði, sum sjófólk takast við, at gera. Hetta er í fyrsta lagi dagurin hjá sjófólki og familjum teirra, men øll eru vælkomin at verða við.
John William sigur, at hugt verður eisini aftur í søguna, eitt nú við sjómanssøgum, sjómansvísum og framsýningum.
- Eisini verður skipað fyri fleiri føroyameistarakappingum. Ein av hesum er í kelving, har tveir mans royna at hála ein pinn úr hondini á hvørjum øðrum. Maðurin, sum seinastu tvær ferðirnar er endaður á øðrum plássi í hesi kapping, er Jóhan Páll Joensen, sum væntandi fer at royna at taka “meistaran”, nú kappast verður av nýggjum leygardagin, sigur hann.
Eins og í fjør, fer Grindamannafelagið aftur í ár at vísa fólki, hvussu ein grindahvalur verður skorin upp.
Upprunin til dagin
Hvør er so upprunin til Føroya Sjómannadag. Henda spurning settu vit eisini John Williami.
- Sum eg havi skilt, komu Niclas Heri Jákupsson og pápi mín, Olivur Joensen, at práta saman ein dagin, teir vóru á flogi saman. Tá komu teir at tosa um, at ymiskir býir og bygdir skipa fyri ávísum tiltøkum, sum onkusvegna hava tilknýti til staðið. Teir settu sær so spurningin, hvat Klaksvíkin hevur fram um – ella meira – enn aðrar bygdir og býir.
John William sigur, at hesir báðir, sum eisini hava verið dyggir stuðlar undir tiltakinum síðan, komu til ta niðurstøðu, at Klaksvíkin í fyrsta lagi er kend fyri útróður og línuveiði annars.
- Eg haldi, at tað eru eini fimm ár, síðan hugskotið til Føroya Sjómannadag byrjaði at fáa skap, og nú verður so dagurin hildin á triðja sinni, sigur John William Joensen, kunningarleiðari.