Jan Højgaard
Tað er ikki sørt av mótsøkn, at Sjómannadagurin verður hildin í Føroyum, meðan nógvir fiskimenn eru úti á havinum. Mítt tilmæli er tí, at borið verið so í bandi, at fiskimenn eru heima henda týdningarmikla dag. Tað kundi verið gjørt í samráð við reiðarar, ella at mynduleikar setu fullkomiliga fiskibann henda dag. Íslendingar eru sera fegnir um henda dag, og seta hann so høgt, at tað er áset við lóg, at íslenski fiskiflotin liggur henda dag.
Fleiri og fleiri fiskimenn halda, at tað er uppá tíðuna, at teir fáa ein dag, har teir allir hava møguleika fyri at samlast, bæði til álvara og gaman. Tað hevði eisini verið sera høgligt, at havt tann stóra landsfundin hjá FF tá, tí tá høvdu nógvir fiskimenn verði samlaðir.
So um undirtøka er fyri tí millum fiskimenn, eiga landsins mynduleikar, um at sýna okkara hart royndu fiskimonnum tann beina, at Sjómannadagurin verður løggildaður frídagur í Føroyum.