Frá hósdegi 20. august til sunnudagin 23. august verður ein serlig framsýning við modellskipum úr Føroya fiskivinnusøgu í Eik í Klaksvík. Grundarlagið undir framsýningini eru 26 modellskip, sum listarmaðurin Hans J. Fuglø hevur smíðað. Í ár eru 80 ár, síðani Hans J. Fuglø var borin í heim, og skipini hevur hann smíðað ígjøgnum eitt 40 ára langt skeið, sigur Føroya Sjómannadagur í tíðindaskrivi.
Fyrireikararnir siga, at umframt at síggja øll tey forkunnugu modellskipini á einum staði, sum er sjáldsamt, ber til at seta seg inn í føroyska skipasøgu. Umframt framsýningina verða fyrilestrar, sum Óli Olsen og Auðun Konráðsson fara at halda.
Nærri upplýsingar um tiltakið eru á www.sjomannadagur.fo