Reiðarafelagið fyri Farmaskip fær nú eitt sindur óvæntaðan stuðul frá Sjómannafelag Íslands í trætuni við Føroya Fiskimannafelag um hýrurnar á Norrønu. Meðan íslendsku bløðini tosa um tiltøk móti Smyril Line boðar Stjórnin í Sjómannafelagi Íslands frá sínum stuðli til sáttmálan millum Reiðarafelagið fyri Farmaskip og íslendska sjómannafelagið.
Sjómannafelag Íslands sigur, at sáttmálin, sum limir tess hava umborð á Norrønu er hin sami, sum allir aðrir íslendskir yvirmenn hava við íslendskum farmaskipum.
Somuleiðis sigur, at Norrøna siglir undir FAS, og tí ikki er føroyskur vinnustaður.
Endamálið við avtaluni er at skapa summarsrørv fyri íslendska skúlafólkið. Undanfarin summur hava hesi størv verið int av europabúgvum úr Eystureuropa. Í ár varð avgjørt, at bjóða íslendskum skúlafólki størvini í staðin, skrivar Sjómannafelag Íslands.
Felagið heldur fram og sigur, at ein lønarmunur á 30% - sum verður ført fram í fjølmiðlunum ? er skeivur.
Sjómannafelag Íslands sigur at enda, at tað er errið av at hava verið við til at útvega ungum íslendskum sjófólki summarstørv til frama fyri landið, boðar felagið frá í skrivi.