Í 1976 vóru fleiri sjónleikir framførdir kring landið. Í Húsavík framførdu tey franska leikin Kom ikki at málingini. Í Sjónleikarhúsinum í Havn framførdu tey leikin Hvønn stakkin skal eg fara í, pápi eftir Jens Paula Heinesen. Kvívíkingar framførdu leikin Spanska fluga av Franz Arnold og Ernst Bach, sum Axel Tórgarð og Janus Mohr høvdu umsett til føroyskt. Vágbingar framførdu leikin Gift teg, sum var framførdur til frama fyri nýtt felagshús til Vágs Bóltfelag. Frammanundan hevði hesin leikur verið framførdur av eiðisfólkum.
Gøtu Menningarfelag stóð fyri skemtileikinum Ættarlið, ið var skrivaður av Karl Thomsen. Hesin leikur fekk 3. plássí kapping Varðans í 1975.
Samanumtikið vóru allir leikirnir væl umtóktir og væl vitjaðir.