Tað vóru ikki bert tónleikararnir á Stjørnubreytini, ið skuldu vera í aldrinum 13 til 18 ár. Fyrireikararnir góvu eisini teimum ungu møguleikan at royna seg sum frásøgufólk á stórsligna tiltakinum. Valið fall hesaferð á Petur Meinhard Elleby og Tjóðhild Patursson.
Tjóðhild og Petur skuldu sjálvi skrivað handritið til frásøguna, og hóast skotbrái var stutt, komu bæði væl frá uppgávuna. Tjóðhild Patursson greiðir frá, at hetta var fyrstu ferð, hon royndi seg um frásøgufólk.
-Eg havi spælt eitt sindur av sjónleiki, og tað hjálpir væl, tá tú skalt standa á palli. Eg kendi meg væl á pallinum, og eg haldi tað gekk væl, greiðir hon frá.
Lata væl at
Tjóðhild heldur, at Stjørnubreytin er eitt frálikt høvið hjá teimum ungu at sýna tónaleikaligu gávurnar.
-Undir tiltakinum møtti eg eina rúgvu av nýggjum fólki, og tað er altíð spennandi. Luttakararnir vóru ómetaliga dugnalig, og tað er ikki sørt, at vit javnaldrar øvunda teimum, sigur Tjóðhild Patursson flennandi.
Undan tiltakinum var hon rættiliga spent upp á, hvussu ymisku greinarnar sangur, dansum, rokkur og klassiskur tónleikum fóru at hóska saman.
-Hóast talan er um rættiliga ymiskar greinar, haldi eg, at tað riggaði avbera væl saman, sigur Tjóðhild Patursson at enda.