Neistin-STÍF 28-16 (14-10):
Neistakvinnurnar vunnu ein tryggan sigur á nýggja liðnum í 1. deild, tá tær sunnudagin settu hol á sítt kappingarár.
Neistaliðið hevur vanlig verið roknað millum tey stinnastu í landinum, og hóast liðið heldur ikki í ár hevur brynjað seg við útlendskari arbeiðsmegi, so er einki at ivast í, at tær ætla sær at tosa við, tá heiðursmerkini skulu býtast eina ferð komandi ár.
Hóast sigurin á StÍF gjørdist rættiliga trivaligur, so var tað tó ikki alla tíðina sjónligt, at munurin var somikið stórur á liðunum.
Fyrra umfarið fylgdu eysturoyarkvinnurnar væl við, og ikki minst gjørdi fyrrverandi neistaleikarin, Iliana Manolescu nógv um seg, men eftir stegðin kom vend í. Eitt skifti miðskeiðis í hálvleikinum fekk Neistin ikki færri enn sjey mál á rað, og so leyst og liðugt fyri teirra viðkomandi.
Dysturin í tølum:
Neistin-StÍF 28-16 (14-10)
Málskjúttar:
Neistin: Katrin á Neystabø 6(2), Birita Wardum 6, Annika Thomsen 5, Gunnleyg Berg 5, Rakul Augustinussen 2, Kára á Dunga 2, Bjørg Patursson 1, Fríða Berg 1
StÍF: Iliana Manulescu 6(2), Súnfríð Jacobsen 4(2), Guðrun Ólavsdóttir 2, Óluva Olsen 2(1), Anna Maria Berthelsen 1, Birna Mikkelsen 1
Brotskøst: Neistin 2, StÍF 6
Útvísingar: Neistin 3, StÍF 2
Dómarar úr Kyndli: Uni Wardum og Hannis Wardum