Sjónvarpið gav størri gjøgnumslagskraft

Dagmar Joensen-Næs fekk fast starv í Útvarpi Føroya í 1987. Hon hevur tí verið við 30 av teimum 60 árunum, sum stovnurin nú hevur á baki.

Um ein nevnir Dagmar Joensen-Næs, fara fólk flest allarhelst at hugsa um djúpar persónslýsingar í útvarpinum ella sjónvarpinum. Serliga seinni árini hevur Dagmar Joensen-Næs gjørt fleiri sendingar, ið gjøgnum søgur um persónar, hava viðgjørt viðkvom evni í føroyska samfelagnum.

 

Kringvarp Føroya hevur 60 ára føðingardag í dag. Dagmar Joensen-Næs fer seinni í ár at hava 30 ára starvsdag á almenna mentanarstovninum.

 

Dagmar Joensen-Næs byrjaði upp í Útvarpi Føroya í starvslæru í 1985 og fekk fast starv, tá hon var lokin við útbúgvingina í 1987. Hon sigur, at hesi 30 árini, hon hevur í føstum starvi, hevur hon arbeitt á øllum deildunum.

- Við tíðini fall eg inn á at arbeiða við persónssøgum. Eg haldi, at ein troyttast av at arbeiða við tíðindum ov leingi og fyri meg er tað nógv hugaligari, at veruliga fara í dýbdina við einum evni. Tað krevur meiri tíð og orku, men mær dámar betri úrslitið, sigur hon.

 

Nógvar broytingar eru farnar fram hesi 30 árini og hon heldur, at tann størsta er kanska støddin á stovninum.

- Vit vóru nógv færri starvsfólk fyrr og vóru kanska tættari knýtt hvør at øðrum. Nú er stovnurin vaksin nógv, talið á starvsfólkum er fleirfaldað og vit eru skipaði í ymiskar deildir. Tey mongu starvsfólkini hava minni samband við hvønn annan, haldi eg. Tað var eisini ein stór broyting, tá sjónvarpið gjørdist partur av stovninum, sigur hon.

 

Fá munnu ivast í, at Dagmar Joensen-Næs er komin á rætta hill í Kringvarpi Føroya, og sjálv trívist hon væl í sínum leikluti. Tá hon verður spurd um, hvat henni hevur dámað best at arbeiða við hesi 30 árini, er svarið aftur tær djúpu samfelagslýsingarnar.

- Mær dámar væl, at fara í dýbdina vil málum og lýsa søgurnar hjá fólki, bæði í útvarpi og sjónvarpi. Tað krevur hvør sítt at arbeiða við útvarpi ella sjónvarpi. Sjónvarpið krevur eitt annað sinnislag, men eg haldi satt at siga eisini, at tað hevur nógv størri gjøgnumslagskraft, sigur Dagmar Joensen-Næs.