Public-service treytirnar eru ikki fylgdar, tá sjónvarpið ikki kannar virði í tí, sum sent verður, heldur Birgir Kruse, sum fyrr í ár gav út lærubók um miðlar og samskifti. Men sjónvarpið gevur heldur ikki kjakinum eitt heimligt kjølfesti, heldur hann. Uni Arge, journalistur, saknar eisini perspektiverandi tilfar, ið gevur fólki innlit og orsøk til eftirhugsan.
Birgir Kruse sigur, at hann undraðist, tá sjónvarpið setti sendingina ”Svik við upphitingini av jarðarknøttinum á skránna.” Hann hevði sæð sendingina á DR og hugsaði um onki fragari var at velja úr skránni hjá DR1 og DR2. Men samstundis heldur hann ikki, at tað ber til at siga, at sjónvarpið gjørdi nakað skeivt, tí vit vita ikki hvat alternativið er.
- Vit síggja tað sum kemur á skránna og einki annað. Vit kunnu ikki grípa inn í sendingina, tíansheldur kjakast um hana. Kringvarpið gevur ikki rúm fyri hesum. Tá umræður slíkar sendingar, eigur eitt kjak at verða fyriskipað, har lokal heimildarfólk sum Bogi Hansen sleppa framat. Sum eg skilji public service tankan er teirra fremsta uppgáva at geva almannavarpinum heimligt kjølfesti, sigur Birgir Kruse.
Uni Arge vísir á, at tey einastu, ið kunnu fyriskipa orðaskifti og perspektiverandi sendingar á føroyskum, eru føroyingar sjálvir. Men alt ov lítið verður perspektiverað í føroyskum fjølmiðlum.
- Føroyskir fjølmiðlar kappast næstan bara um at bera tíðindi. Hvør klárar fyrst at umseta tíðindastubbarnar á tekstvarpinum hjá DR ella BBC, tykist ofta vera høvuðsendamálið. Hvørki sjónvarpið ella útvarpið vinna hesa kappingina, tí tað ger internetið. Nógv fólk hava langt síðan hoyrt og sæð alt, sum útlendskir fjølmiðlar skriva, áðrenn Kringvarpið kemur við tí. Tí eigur Kringvarpið at spyrja seg sjálvt, hvussu tað kann gera veruligan mun, og tað kann tað við at perspektivera alskyns viðurskifti úr einum heimligum sjónarhorni.
Fjølmiðlaetikkur
Sendingin um at veðurlagsbroytingar ikki eru mannaskaptar var fyrst send í DR, men Birgir Kruse heldur ikki at sjónvarpið kann verja seg við, at ein sending er í lagið, tí danska sjónvarpið sendir hana.
- Eg haldi at Kringvarpið ikki neyðvendigvís nýtist at senda nakað, sum DR sendir. Eins og flestu føroyingar, síggi eg alt, sum DR1 og DR2 senda – beinleiðis. Tá vit møtast til arbeiðis tosa vit um "Deadline" og tey tíðindi, har eru. Sjónvarpið sum tíðindareferansa fær minni og minni týdning, tá umræður altjóða kjak og tíðindi. Tí eigur føroyska sjónvarpið at leggja seg eftir at skapa føroyskt sjónvarp. Tað ger eingin annar, sigur Birgir Kruse.
Uni Arge heldur, at argumentið, at øll sjónvarmið skulu sleppa framat, ofta er umbering hjá journalistum fyri ikki at seta seg inn í substansin í málum.
- Set tveir ósamdar partar saman at kjakast um hvat sum helst, tak ikki støðu til nakað, og tá partarnir eru lidnir at keglast, ynskja vit øllum góða nátt. Men hvør verður klókari av tí, spyr Uni Arge.
- Eg haldi, at eitt mál sum veðurlagsbroytingar er upplagt at perspektivera í einum upplýsandi kjaki, eins og sjónvarpið gjørdi við til dømis bispavalevnunum í farnu viku. Tað var ein fín sending, sigur Uni Arge.
Nýtist ikki at vera keðiligt
Bogi Hansen spyr í sínum brævi hvørt uppgávan hjá Kringarpinum er at upplýsa og menna føroyska fólki ella bara tryggja sær so nógvar hyggjarar sum møguligt. Birgir Kruse sigur, at Kringvarpið hevur skyldu at kanna virði í tí, sum tey senda.
- Public service treytirnar eru ikki fylgdar, tá eingin kannar virði á tí, ið sent verður. Heldur ikki tá tað verður góðkent at senda eina vánaliga reportasju og halda seg kunnu bøta um støðuna við at senda eina betri reportasju, bara fyri at tveir partar skulu sleppa framat. Hetta er ikki andin í almennari upplýsingartænastu
Men hann heldur ikki at almenn upplýsing er tað sama sum turrisligar sendingar. Sjónvarpið skal eisini tryggja sær hyggjarar.
Provokerandi sendingar eru altíð spennandi. Tannleysar og stovureinar sendingar eru ikki stuttligar í longdini. Sjónvarp eigur at verða merkt av nærveru og einum listarligum yvirskotið, sum greitt ber brá av stuttleika og sniðfundigheit. Tá vinnur sjónvarpið. Sendingarnar ”Ymisk Lív” eru gott dømi um hetta.
Uni Arge heldur eisini, at tað finst ein millumvegur, har vitan, perspektivering og orðaskifti kunnu latast í ein spennandi ham. Tað er ikki av ongum, at eitt nú dokumentarsendingar og frásøgumyndir ofta eru bygdar upp eftir somu spenningskurvu, ið verður brúkt at gera kriminalfilmar eftir. Tað er fyri at varðveita áhugan hjá móttakarunum, greiðir hann frá.
- Men tráanin eftir at tekkjast móttakarunum má ikki gerast so sterk, at alt kódnar í tómum undirhaldi, og vanligur fornuftur og substansur púrasta mugu víkja, staðfestir hann.
Sjónvarpið mist takið
Trupuleikin hjá sjónvarpinum er, sambært Birgir Kruse, at at tað í ein óhepnan mun hevur mist sín leiklut sum føroyskur veitari av upplýsing og undirhaldi.
Í dag tykist alt líka mikið. Sjónvarpið hjá Kringvarpinum fær ikki fastatøkur á fólki. Kravið um upplýsing og undirhald er annarleiðs í dag og verður nøktað aðrastaðni enn hjá Kringvarpinum. Hetta er byrðan hjá føroyska sjónvarpinum – at vinna hyggjaran aftur.
- Men hetta gerst neyvan uttan tær resursir, sum komandi og farandi leiðslur hava rópt eftir, men fyri deyvum oyrum, leggur Birgir Kruse herslu á.