Sjónvarpið roynast í Fjølmiðlanevndini

Høvuðskærumál: Sjón­varp­ið, og herundir Anniku Bolt­on Mortensen, Georg L. Petersen, redaktørur og Øss­ur Winthereig, tíð­ind­a­leið­ari í Sjónvarpinum skulu roynast fyri vreingj­an av upplýsingum, fyri lygnir, at burturtiga upp­lýsingar.

Jákup Egholm Hansen

Tekniskur stjóri hjá Tórshavnar Kommunu

 

Skaðiligar ákærur

Í Degi og Viku fríggj­a­dag­in í seinastu viku var tekn­iski stjórin hjá Tórshavnar komm­unu og onnur í fam­ilju hansara meira ella minni beinleiðis løgd undir korr­up­tión av Sjón­varp­i­num. Hetta førdi til, at borgarstjórin bað um eina óhefta advokatkanning av málinum, fyri m. a. at staðfesta um nakað óregluligt var farið fram.

 

Tekniski stjórin reinsaður

Advokatkanningin hevur nú staðfest, at hvørki tekn­iski stjórin, restin av tekn­isku umsitingini ella borg­ar­stjórin hava framt nakað brot á §3 í fyr­i­sit­ing­ar­lógini.

 

Sjónvarpið verður nú kært

Grovu skuldsetingarnar hjá Sjón­varpinum móti tekniska stjóranum í Tórs­havnar kommunu, og mis­tonk­i­liggeringin av øðrum í familju hansara, reisa spurn­ingin um Sjónvarpið er farið útum mark, og hev­ur brotið góðan fjøl­miðlasið. Vit hava tíbetur fing­ið eina fjøl­miðla­á­byrgd­arlóg nú, soleiðis at van­lig fólk hava fingið eitt am­boð at verja seg móti slík­um ágangið sum hesum frá Sjónvarpinum. Og hetta mál­ið er so álvarssamt, at tað einasta rætta er at royna málið í Fjøl­miðl­a­nevndini, sigur Jákup Eg­holm Hansen. Og nú ó­hefta advokatkanningin er komin til eina greiða niðurstøðu, hevur tekniski stjórin hjá Tórshavnar kommunu avgjørt at kæra málið. Í fyrstu atløgu verður kært til Kring­s­varps­leiðsl­una. Um ikki ein fult út nøktandi umbering og rætt­leiðing verður givin í sein­asta lagið komandi mán­adag, verður farið til Fjøl­miðlanevndina, sigur Jákup Egholm Hansen.

 

Skeivur og misvísandi tíðindaflutningur

“Sjónvarpið hevur hóast betri vitan, borið fram tíð­indi, ið eru full av feilum, sum eru snaraði og sum inn­i­halda beinleiðis lygnir. Teir hava skatt umdømi hjá mær og familju míni. Vænt­andi farið eg eisini at stevna Sjónvarpinum eftir end­ur­gjaldi fyri skaða á mítt umdømi og fyri at hava skatt framtíðar virk­is­møguleikar hjá bæði mær og familju míni”

 

Sjónvarpið ikki hildið góðan fjølmiðlasið

Lógin um fjølmiðlaábyrgd á­leggur fjølmiðlum at vísa góðan fjølmiðlasið. Góður fjøl­miðl­a­siður er m.a., at tá tal­an er um serliga skað­andi upplýsingar, áliggur fjølmiðlunum ein serlig skylda at kanna øll við­ur­skifti til botns framm­an­und­an. Harumframt er tað ikki góður fjølmiðlasiður at hongja óviðkomandi per­sónar við navni út. Og sjálv­andi er tað eisini um­ráð­andi, at fjølmiðlarnir tosa satt, og lýsa allar vinkl­ar í málinum. Sjónvarp Før­oya hevur ikki hildið seg til nakra av hesum meg­i­n­regl­um.

Tað vísir seg nevnliga, at teir hava ikki tosa við fleiri av nevndu persónunum í inn­slag­num í Degi og Viku. Eisini hevur Sjón­varp­ið borið fram skeivar upp­lýsingar um konu tekn­iska stjórans, og hevur nevnt navnið á konu han­sara við navni í hesum sam­bandi, hóast at tíð­ind­a­virð­ið í hennara navnið er ó­við­kom­a­ndi. At hon er eitt kent navn er ongin um­bering fyri slíkari fram­ferð hjá Sjónvarpinum.

Samstundis eru sam­røð­ur, ið tíðindakvinnan Ann­ika Bolton Mortensen hevði við tekniska stjóran og leiðaran fyri Hús­a­um­sit­ing­ina hjá kommununi tagd­a­r burtur. Í hesum sam­røðum váttaðu hesir, at tekn­iski stjórin bein­an­veg­in tók avgerð um at hann var inhabilur, og tók seg burtur úr øllum sum hevði við samskifti við allar bygg­i­fyritøkurnar sum ar­beiða í Realskúlanum at gera. Í staðin var í Degi og Viku sagt, at tekniski stjór­in hevði ongar við­merk­ing­ar. Eitt notat í málinum vís­ir, at hetta er ikki satt, og at tað vóru fleiri vitni til tað. Tekn­iski stjórin vildi bert ikki gera myndaupptøkur.

 

Sjónvarpið snarar fakta

Eisini kann staðfestast, at Sjón­varpið hevur snarað fakta í málinum. Víst varð til eitt tekniskt notat um bruna- og trygd­ar­við­ur­skifti í Gamla Real­skúl­a­num, sum tekniski stjórin hevði gjørt eftir áheitan frá borg­ar­stjóranum, sum var sagt verða prógv um, at tekn­iski stjórin hevði ikki hild­ið seg vekk frá um­væl­ingararbeiðinum. Notatið hevur tó onki við sjálvt ar­beiði hjá byggifyritøkuni Viking Smíð at gera. At Sjón­varpið er fullkomiliga á skeivari leið verður prógv­að á teirra egnu heimasíðu, har teir eftir sendingina í Degi og Viku skriva, at tekniski stjórin hevði fyr­ireikað alt málið og notatið áðr­enn Viking Smíð fekk arbeiðið. Hetta er eisini lygn. Notatið er gjørt tríggjar mánaðir aftan á at skúlin varð stongdur, og umvælingararbeiði byrjaði.

 

Sjónvarpið totalt blottað fyri sjálvkritikk

Eftir at hava umrøtt málið við fólk við serkunnleika á fjøl­miðlaøkinum, leggur tekniski stjórin hjá Tórs­havnar kommunu ikki fingr­ar­nar ímíllum í síni met­ing av trúvirðinum hjá Sjón­varpinum. “Sjónvarpið er kritiskt, men totalt blott­að fyri sjálvkritikk. Hetta er sera óproffessionelt journ­al­istiskt og reda­k­ti­o­nelt arbeiði” sigur Jákup Eg­holm Hansen. “Málið er so álvarsligt fyri trúvirði hjá Sjónvarpinum, at leiðsl­a­n í Kringvarpinum neyvan gera annað enn at taka avleiðingarnar av hesum máli og seta eina kanning av handfaringini hjá Ann­iku Bolton Mortensen, Ge­org L. Petersen, red­ak­tøri og Øssur Winthereig, tíði­ndaleiðara í Sjónvarpinum í gongd bein­an­vegin. Tíðin er búgvin til sjálvrannsakan í Sjón­varp­i­num, og tíðin er eisini kom­in til at Fjølmiðlanevndin leggur eina linju nú” sigur Ják­up Egholm Hansen at enda.