Nevnir ein klaksvíksbólkarnar Straight Ahead og Hjarnar, so koma mong at hugsa um Jørgen Dahl. Hann var oddamaður í hesum bólkum, sum standa fyri sangum og útgávum, sum enn tann dag í dag standa sum klárastu varðarnir, um ein skal leita aftur á slóðina innan føroyskan rock- og poptónleik. Bæði innan lagsmíð og tøkniliga halda hesar úrgávur enn, hóast tær eru millum 20 og 30 ára gamlar.
Tað var úrmælingur Jørgen Dahl, sum stóð sum oddamaður í hesum fremstu bólkum í Føroyum tá. Jørgen og eisini bólkarnir komu úr Klaksvík. Og Tað er einki at taka seg aftur í, at tað var har miðdepilin var hesi árini í byrjanini í sjeytiárunum. Tað var kring Jørgen Dahl og hansara mann, at tað gekk fyri seg.
Hann fekk sum nakað nýtt bólkarnar í upptøkuhølini og burturúr komu landaplágur, men eisini tónlistaverk, sum folk enn í dag spæla og vilja hoyra og sum mong bíða eftir skulu verða endurútgivin á fløgu, so tey eru meira atkomulig. Tiltikna Veðraplátan hjá Straight Ahead er langt síðani útseld, men stendur sum ein hin klárasti varðin í føroyskum rocktónleiki.
Eisini á palli var manningin við Jørgen Dahl á odda nakað heilt fyri seg. Teir vóru klárastu stjørnurnar og harafturat gjørdu teir ofta eitt sindur burturúr pallframførsluni.
Dokumentar um mannin
Nú er farið undir eina sjónvarpsdokumentarsending um Jørgen Dahl. Tað er Eyðun Klakstein, fjølmiðlamaður, sum hevur fingið hugskotið.
- - Føroyingar hava gjørt góðar sendingar um listafólk, t.d. Ingálv av Reyni og J.H O. Djurhuus.Nú er hugskotið at gera okkurt eitt sindur meira nútímans, tí lítð hevur verið at hoyrt og sæð um henda partin av mantanarlívinum,og Jørgen Dahl breyt uppúr nýggjum á tónlistaøkinum og hevur havt ómetaligan týdning fyri føroyskan rocktónleik. Talkan var um nýhugsan og slóðbrótandi arbeiði. Leita verður so at siga aftur til upprunarockin við einum manni, sum var tónleikari og meinti nakað við tað, hann var krevjandi og fór eisini í upptøkuhølini við útgávu sum ætlan og tað er ikki nakað vit hava ov nógv av, um vit hyggja aftur um bak, tí nógvir góðir bólkar spældu hesi árni, men lítið er útkomið, sigur Eyðun Klakstein.
Ætlanin er at lýsa føroyskan rock í 70'unum og 80'unum og fylgt verður við Jørgen Dahl allan vegin, frá árunum í Klaksvík og fram til dagin í dag, nú hann heldur til í Danmark.
Jørgen Dahl eigur løg sum "Komið øll við" og Breaking my Heart, sum flest øll kenna. Hann stóð á odda í mongum bólkum, kendast eru Straight Ahead og Hjarnar. Hann flutti í 1985 til Danmarkar og hevur í dag bólkin Lost Pilgrims. Síðani hann fór til Danmarkar hevur ikki so nógv verið at hoyrt til nú 48 ára gamla Jørgen Dahl í Føroyum, men fyri tveimum árum síðani gav hann fløgu út við Lost Pilgrims, sum annars spælir í Danmark á festivalum og aðrastaðni.
Ætlanin við dokumentarsendingi er at lýsa hendan slóðbrótaran innan føroyskan tónleik og at royna at koma afturum. Í hesum sambandi vitjar Jørgen Dahl í Føroyum í hesum døgum og hevur hann nýtt høvið at vitjað aftur á gamlar gøtur og hitta vinmenn og spælifelagar.
Sendingin verður væntandi at síggja í føroyskum sjónvarpi komandi ár.