Ætlanin við tiltakinum er, at samansjóða dagrøktirnar og børnini í dagrøktini í Suðuroy. Tað eru nógvar dagrøktarmammur, og hesar ansa útvið 200 børnum Fríggjadagin kl. 10.00 leggja tey so øll til brots, tá skrúðgonga við øllum sjórænarabørnunum fer frá Vøruhúsinum á Tvøroyri til parkeringsplássið omanfyri ?hjá Mortensen?.
Á parkeringsøkinum vera hoppiborgir, sløkkilið, løgregla og eisini ymisk spøl. Men eingin sjórænaradagur uttan sjórænaraskip og sjórænarar - ?Johanna TG326? verður henda dagin eisini partur av tiltakinum, og kemur hon at liggja við bryggju, har børn og vaksin fara at vitja umborð, har sjórænarar sita og práta og hugna um børnini.
Dagurin endar við, at øll børnini og leiðarar tess savnast aftur á parkeringsøkinum. Saman syngja tey nakrar fittar sangir, og harafturat kemur klovnurin Oskar at skemta við teimum.
Tiltakið byrjar kl. 10.00 við skrúgongu, um miðdagin fáast pylsubreyð og sodavatn frá Føroya Bjór, og seinnapartin verður skuffukaka. Sjálvt tiltakið er væntandi liðugt kl. 15.00.
Tað er Vilt, Tvøroyrar Kommuna, Johanna TG326 og dagrøktirnar í allari oynni, sum leggja hetta tiltakið til rættis.
Øll eru sjálvandi vælkomin at vitja og líða á