Somaliskir sjórænarar hava tikið farmaskipið Free Goodess teir 21 menninar, sum mannaðu skipið. ES-myndugleikar siga, at skipið varð rænt tann 8. februar einar 220 fjórðingar eystan fyri jemensku oynna Socotra. Sagt verður, at skipið, sum siglir undir liberiskum flaggi, hevði ikki vápnaðar vaktarmenn umborð.
Annars hava tey flestu farmaskipini, sum sigla í Indiska Havinum og Adenvíkini, vápnaðar vaktarmenn umborð, og tað hevur sambært ES gjørt, at munandi færri skip verða rænd nú. Free Goodess er tað fyrsta handilsskipið, sum er rænt í ár, og tann seinasta ársfjórðingin í fjør vórðu bara tvey skip rænd.
Danski løgmálaráðharrin, Morten Bødskov, hevur júst kunngjørt reglur, sum gera tað lættari hjá donskum reiðaríum at hava vápnaðar vaktarmenn umborð á skipunum, sum sigla á sjórænaraleiðunum.