Sjúrður Skaale ætlar sær á fólkating

Sjúrður Skaale ætlar sær fremst av øllum at umboða Javnaðarflokkin á fólkatingi. Tað segði hann á tíðindafundinum fyrrapartin.

- Fólkatingsvalið verður væntandi áðrenn løgtingsvalið. Verði eg ikki valdur á fólkating, er støðan ein onnur. Tá verður støða tikin, um eg stilli upp til løgtingsvalið eisini, sigur Sjúrður Skaale, sum nú umboðar Javnaðarflokkin í løgtinginum.

- Eg havi verið samdur við Javnaðarflokkin í flestu politisku málunum, bæði stórum og smáum. Tað er tískil ikki undarligt fyri meg at fara upp í flokkin, sigur hann.

Skiftið úr Tjóðveldi og í Javnaðarflokkin ber ikki í sær, at Sjúrður Skaale hevur slept sjálvstýrishugsjónini.

- Tað er tó ein sannroynd, at skulu vit taka stig á sjálvstýrisleið er neyðugt, at tað verður ein breið semja. Tí haldi eg ikki tað er í andsøgn, at eg nú eri limur í Javnaðarflokkinum, sigur Sjúrður Skaale.

Aksel V. Johannesen, formaður, hevur staðfest, at Javnaðarflokkurin er ein samríkisflokkur. Tað samsvarar ikki við, at Sjúrður Skaale, sum fyrr hevur umboðað Tjóðveldi, skal eiga lut í politikki floksins.

- Sjúrður Skaale tekur undir við okkara politikki. Javnaðarflokkurin er ein samríkisflokkur, og teirri kósini víkja vit ikki frá. Tað fer Sjúrður Skaale ikki at broyta. Tá tað er sagt, eru vit opnir fyri, at føroyingar kunnu yvirtaka fleiri økir at umsita, tað skal bara gerast fíggjarliga fosvarligt, men vit ynskja ikki at kvetta sambandið við Danmark, sigur Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum.