– Nei, eg havi langt síðani boðað flokkinum frá, at eg ikki stilli uppaftur, sigur Sjúrður Olsen, sum fyrstu ferð varð valdur í Tórshavnar býráð á valinum í 2000.
Sjúrður Olsen er síðani síðsta val blivin stjóri hjá Balslevs Timburhandli, og hann heldur tað ikki sampakka at sita í Tórshavnar býráð, tá tú ert stjóri í stórari fyritøku í býnum.
Sjúrður Olsen fall á seinasta vali, og hann dylur ikki fyri, at hann harmaðist um, at tað ikki eydnaðist at verða afturvaldur seinast.
– Tí so høvdu viðurskiftini verið øðvísi, og so hevði hendan samgongan ikki komið til valdið, sigur hann.
– Eg haldi, at tann gamla samgongan skuldi hildið fram. Og tá ein maður kann fáa yvir 2.500 atkvøður einsamallur – nógv meira enn allur Fólkaflokkurin tilsamans, so átti hann sjálvandi eisini at hildið fram sum borgarstjóri. Samgongan arbeiddi væl saman og fekk nógv á skaftið, sigur Sjúrður Olsen, sum hevur umboðað Fólkaflokkin í Tórshavnar býráð í 16 ár tey fýra valskeiðini frá 2000 til 2016.