Sjúrður verður ikki ákærdur

– Eg eri ovfarin av avgerðini hjá á­kær­u­valdinum um ikki at taka málið móti Sjúrði Høj­gaard upp.??

Tað sigur fugla­fjarðar­prest­ur, Anne Mette Greve Klem­en­sen, í stuttari við­merk­ing, nú Linda Hessel­berg hevur gjørt greitt, at grund­arlag ikki er fyri at reisa ákæru móti víðgongda prædi­kumann­i­num.??

– Eg fekk boðini í síðstu viku, og eg má siga, at eg gjørd­ist ovfarin. Møguleiki er at kæra av­gerð­ina, men tað ætli eg mær ikki at gera.

Anne Mette Greve Klem­en­sen sigur, at tá hon gjørdi av at melda Sjúrð Højgaard til løg­regluna, hugsaði hon ikki um nakra ávísa sekt til mann­in.

– Eg tók mína avgerð, tí eg kendi meg hótta og nið­ur­gjørda av præ­di­k­u­mann­i­num.

Spurd, um hon bæði kendi seg og børnini hótt, sig­ur hon, at tað gjørdi hon.

– Eg metti, at præ­d­i­k­u­mað­ur­in við so víð­gongd­um vend­ing­u­m legði eftir mær og børn­um okkara, at eg ikki kundi lata útsagnirnar fara aftur við borðinum. Tí gjørdi eg av at melda Sjúrð Høj­gaard til løgregluna, sig­ur Anne Mette Greve Klem­ensen.

Fuglafjarðarprestur og mað­ur hennara, sum er Leif Han­sen, ættaður úr Nólsoy, eiga tvey børn, gentu sum er átta og drong, sum er seks ár.