Sjúrður á vitjan hjá amerikanska sendiharranum

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, hevur í dag verið á vitjan hjá amerikanska sendiharranum í Keypmannahavn í sambandi við, at U.S. Coast Guard Commander Admiral Karl L. Schultz er á vitjan.

– Hann er hægsti maður innan amerikansku sjóverjuna. USA er sera áhugað í at hava tættari samstarv við Føroyar á øllum økjum, og tí vilja fólk ovast í amerikansku skipanini vita sum mest um føroyska samfelagið, skrivar Sjúrður Skaale á Facebook.

– Vit hava formliga umboðan í bæði Russlandi og Kina – men ikki í USA. Tað er ein løgin raðfesting, og tað ger, at eg ofta skal greiða amerikanarum frá um føroysk viðurskifti, skrivar fólkatingsmaðurin.