Tá ið Poul Watson vitjaði í summar helt hann seg aloftast meira enn tríggjar fjórðingar úr landi. Har kundi eingin gera honum nakað, tí har er vanlig føroysk lóggáva ikki galdandi. Hann kom kortini inn um viðhvørt, og fyri hetta var hann seinni dømdur í Føroya Rætti, tí hann hevði fingið greið boð um at halda seg meira enn tríggjar fjórðingar úr Føroyum.
Kemur Poul Watson til Føroya eina aðru ferð, so er ikki nóg mikið hjá honum at halda seg tríggjar fjórðingar úr landi. Tá skal hann heilt út á 12 fjórðingar, um hann vil hava frið fyri føroysku løgregluni.
Løgtingið samtykti týsdagin, at vanlig føroyska lóggáva skal galda út á 12 fjórðingar. Fyri at brúka orðingina hjá meirilutanum í løgtingum, so er sjóumveldismarkið víðkað úr trimum út á 12 fjórðingar. Avleiðingarnar av at víðka sjálvt markið, fingu kortini ikki nógvar viðmerkingar, tá ið løgtingið viðgjørdi uppskotið við aðru viðgerð týsdagin.
Stríð um orð
Tingmenn høvdu orðið 24 ferðir undir viðgerðini, og at kalla hvørja ferð snúði orðaskiftið seg um eitt broytingaruppskot frá meirilutanum í uttanlandsnevndini. Meirilutin vildi strika orðið sjóumveldi og brúka orðið sjóøki í staðin.
Sambært meirilutanum er orðið sjóumveldi eitt ókent orð í føroyska málinum, meðan orðið, sum altíð hevur verið brúkt í hesum sambandi, er sjóøki. Teir mæltu tí løgtinginum til at broyta orðingina í lógini. Hetta elvdi til rættiliga drúgvt kjak, sum helst ørkymlaði tingmenn, meira enn gott er.
Landsstýrið, sum átti lógaruppskotið, og ávísir tingmenn hildu uppá sítt, meðan aðrir tingmenn hildu uppá sítt. Høgni Hoydal og Anfinn Kallsberg greiddu frá, at munur er á teimum báðum orðunum, og at tað rættara orðið er sjóumveldi. Høgni Hoydal segði, at eitt umveldi er eitt myndugleikaøki ? tað vil siga eitt rættarligt hugtak, meðan orðið øki bert er eitt landafrøðiligt hugtak. Og hesi sjónarmiðini vóru eisini tey, sum vunnu frama. 15 atkvøður vóru fyri broytingaruppskotinum um orðið sjóøki, meðan 15 vóru ímóti. Sostatt fall uppskotið.
Hetta ber í sær, at føroyska sjóumveldismarkið nú er 12 fjórðingar, og innanfyri hetta er øll vanlig føroysk lóggáva galdandi. Hitt markið, sum føroyingar ofta hoyra umrøtt er fiskimarkið, og tað er framvegis 200 fjórðingar úr landi.