Móttøka
Millum klokkan 10 og 10.30 seinasta leygarmorgun stevndi tann triðji hvalbiartrolarin, Sjagaklettur saman við Steintóri, inn í havnina í Hvalba, har bygdaráði skipaði fyri móttøku. Steintór legði frá landi við væl av fólki umborð og sigldi út í fjarðamunnan at taka ímóti skipinum, sum hevur ligið til umvælingar á Skála síðan hálvan januar.
Á bryggjuni í Hvalba vóru bæði børn og vaksin samankomin at taka ímóti og eftir, at bygdaráðsformaðurin, Levi Niclasen og Otto Vest, formaður í trivnaðarnevndini, høvdu ynskt skipinum vælkomnum og góðan byr, høvdi fólk høvi at vitja umborð.
Eigaraviðurskifti
P/F Steintór, sum eigur djúpvatnstrolaran, Steintór, eigur allan partapeningin í Sjagakletti, sum er keyptur úr Íslandi.
Nevndarformaður í P/F Sjagakletti, sum er dóttirfelag hjá P/F Steintór, er Jákup Pauli Hammer. Hann er reiðari og skipari umborð á Steintór. Systkinabarnið, Mikkjal Hammer, loysir av sum skipari umborð á Steintóri, men er annars stýrimaður umborð. Mikkjal er reiðari og nevndarformaður í P/F Steintór.
Sjagaklettur er longu farin til fiskiskap, og skipari er Tórhallur Randrup. Við skipinum verða einir 10-11 mans. Umborð á Steintóri eru teir 11-13 mans.
Høvuðsveiðan hjá Sjagakletti verður upsi.
Tollaksmessudagur
skipadagur í Hvalba
Tað eru fleiri ár, síðan móttøka seinast var á bryggjuni í Hvalba, tí nýbygningur ella keypt kom til bygdina.
Jákup Pauli Hammer heldur ikki, at nøkur slík móttøka hevur verið, síðan Steintór legði til bryggju í Hvalba tollaksmessudag í 1985. Tvey ár frammanundan kom hin fyrri hvalbiartrolarin, Niels Pauli, og tað var eisini tollaksmessudag í 1983.
- Tað var av tilvild, at bæði skipini komu tollaksmessudag, men nú hini bæði fyrru vóru komin hendan dagin, hugsaðu vit, at tað hevði verið stuttligt, um Sjagaklettur eisini stevndi inn í havnina fyrstu ferð tollaksamessudag ár 2002. Men tíðin gjørdist ov knøpp. Hetta hevði latið seg gjørt, um vit loystu fyrr í Íslandi og løgdu at í Hvalba, áðrenn skipið fór á Skála til umvælingar. Men soleiðis bleiv tað ikki, sigur hann.
Skipasýnið setir krøv
Sjagaklettur hevur ligið á Skála síðan hálvan januar og kostnaðurin av tí, ið gjørt er, liggur millum 4 og 5 milj. krónur.
- Skipasýnið setir somu krøv til eitt gamalt skip, sum sett verða til eitt nýtt skip, sigur Jákup Pauli.
Hann vísir á, at eitt av krøvunum hjá Skipasýninum var hæddin á arbeiðsdekkinum og hæddin í apeteringini.
- Minsta kravið til hædd er 198 cm., og eru rúmini lægri enn tað,
krevur Skipasýnið, at neyðuga hæddin onkusvegna verður útvegað. Í summum førum var talan bert um einar 3-4 cm., sum restaðu í.
Jakup Pauli sigur, at ein fittur partur av íløgunum eru farnar til at ganga hesum krøvum á møti.
Sjagaklettur hevur eisini fingið septiktanga og tanga til lensivatnið, sum skal pumpast upp, tá ið skipið kemur í havn og flytast norður til IRF.
Tilsamans 12 milj. krónur
- Trygdar-og bjargingarútgerð umborð er nýggj, tí Skipasýnið góðtekur ikki skipanina hjá íslendingum við bjargingarbátum, sum verða skotnir út av skipinum. Somuleiðis er mobb-krani settur upp til bjargingarbátarnar.
Spøl og brúgvaútgerð eru tey somu, sum tá ið skipið kom úr Íslandi.
- Nú Sjagaklettur er farin til fiskiskap, stendur skipið í tilsamans 12 milj. krónum, og tá er fiskiloyvið hjá djúpvatnstrolaranum, Beintu, fyrrverandi Brimborg, tikið við.
Beinta er seld til Suðurafrika fyri 2-3 árum síðan.
Jákup Pauli heldur, at skipið er í hampiligum standi, nú umvælingarnar og broytingarnar eru framdar.
Navnið Sjagaklettur
Navnið, Sjagaklettur, er ein hamari omanfyri bygdina í Hvalba.
Her fóru fólk í bygdini í gomlum døgum niðan á at hyggja, um tey sóu sjórænaraskip nærmast.
- Av hesum klettinum kundu tey síggja bæði eystur og vestur í hav, sigur Jákup Pauli Hammer at enda.
Nú hvalbingar hava fingið eitt skip í aftrat í flotan, kann roknast við, at flakavirkið í bygdini eisini hevur eitt uppaftur betri og tryggari grundarlag.
Umframt Niels Paula og Steintór, sum leggja nógvar lastir upp í Hvalba, eru Mýlingur og Brestir eisini trúgvir í Hvalba. Við Mýlingi og Bresti sigla fleiri hvalbingar, og sagt verður sunnaneftir, at fleiri av hesum monnum hava siglt hjá Kymbli í nógv ár.
Hóast flakavirkið noyðist at keypa fiskin fyri marknaðarprís, er nærliggjandi at hugsa sær, at flestu lastirnar hjá hesum fimm stóru trolarunum verða lagdar upp í Hvalba.