Sjálvandi kann og skal kommunuskatturin lækka

– Tað er einki í vegin fyri, at kommunuskattaprosentið kundi lækka t. d. við 0,25%-0,5% - spurningurin er um politiskan vilja og hóskandi raðfesting av rakstri og íløgum, heldur býráðslimur

– Tað er einki í vegin fyri, at kommunuskattaprosentið kundi lækka t. d. við 0,25%-0,5% - spurningurin er um politiskan vilja og hóskandi raðfesting av rakstri og íløgum, heldur býráðslimur

 

Annfinn Brekkstein, býráðslimur fyri Sambandsflokkin gjørdist ikki sørt bilslin, tá hann læs á in.fo fyrr í dag, at Bogi Andreasen, býráðslimur fyri Fólkaflokkin ikki vil lækka kommunuskattin í Havn.

 

Annfinn Brekkstein var skjótur at svara og kallar hetta »Lyftisbrot frá Boga Andreasen, býráðslimi fyri Fólkaflokkinum«

 

– Eg gjørdist ikki sørt bilsin at lesa í fjølmiðlunum í dag, at liberali og borgarligi býráðslimurin úr Fólkaflokkinum, Bogi Andreasen meldar alment út, eitt rungandi nei til ein skattalætta til borgarar í Tórshavnar kommunu - hóast kommunukassin flýtir yvir av meirinntøkum. Sama útmeldingin er frá hinum býráðsliminum úr Fólkaflokkinum, Anniku Olsen - ongin skattalætti, skrivar Annfinn Brekkstein. Og hann heldur fram:

 

»Henda útmeldingin kemur, hóast kommunukassin flýtur yvir av pengum, raksturin er hækkaður og íløgurnar eru ovur stórar. 

 

Og útmeldingin kemur, hóast Búskaparráðið og búskaparserfrøðin, vísir á ein skattalætta sum ein realistiskan møguleika fyri at stýra kommunubúskapinum í einari hóskandi javnvág. Inntøkurnar eru met stórar í ár og verða nærum 100 mió. kr. hægri enn ætlað.

Les eisini: Fólkaflokkurin: Eingin skattalætti í Havn

 

Og ikki minst kemur henda útmelding hóast Bogi Andreasen alment gav lyfti í september 2016 um ein skattalætta í Tórshavnar kommunu uppá 2-4%. 

 

Sostatt unna hvørki Bogi ella Annika skattaborgarunum ein part av hesari yvirflóðini av pengum, sum jú koma frá skattaborgarunum sjálvum. 

 

Tað er onki í vegin fyri, at kommunuskattaprosentið kundi lækka t.d. við 0,25%-0,5% - spurningurin er um politiskan vilja og hóskandi raðfesting av rakstri og íløgum. 

 

Hví fara hesi bæði fólkafloksumboðini í móti fakligu tilráðingini hjá búskaparserfrøðini? 

 

Hví fylgja fakligum tilráðingum frá Rambøll og ikki frá Búskaparráðnum? 

 

Tað er alt, sum bendir á, at Fólkaflokkurin í býráðnum, fult og heilt hevur lagt seg undir skjúrtuvelið hjá Tjóðveldi, sum onki hevur ímóti at oysa pening úr kommunukassanum.

 

Sloganið hjá Fólkaflokkinum um, at pengarnir liggja betri í lummanum hjá skattaborgarnum, sær opinbart ikki út til at galda fyri býráðslimirnar hjá Fólkaflokkinum

 

Sjálvandi kann og skal kommunuskatturin lækkast!«, skrivar Annfinn Brekkstein, býráðslimur fyri Sambandsflokkin í Tórshavnar Kommunu.