Sjálvkoyrandi bussar eru nú kanska á veg á Sælandi

Innan eitt ár vætna tey í Region Sjælland í Danmark at tey fara at royna føraraleysar bussar.

 

TV2 Lorry skrivar, at tú tá kanst verða koyrdur á sjúkrahúsið – uttan bilførara.

 

Tað verður kanska soleiðis hjá sjúklingum á Sælandi. Sambært TV2 Lorry hevur Region Sjælland í samstarvi við flutningsfelagið Movia avtalað karmarnar fyri eini slíkari roynd við føraraleysum bussum.

 

– Tað hevur týdning at koma í gongd og gfáa kannað og skapt okkum royndir, tí tað er eingin ivi um, at vit kunnu loysa nógvar kollektivar ferðsluavbjóðingar í framtíðini við føraraleysum bussum, sigur Jens Stenbæ, regiónsráðsformaður, í tíðindaskrivi.

 

Nú verður sett í gongd eitt útboð um teir fyrstu føraraleysu bussarnar. Sambært TV2 Lorry verður roknað við, at teir fyrstu bussarnir koyra innan eitt ár.

 

 

TV2 Lorry skrivar, at ætlanin er býtt í trý stig.

 

Fyrst skulu bussarnir kannast inndura á einum sjúkrahúsi í regiónini. Næsta stigið er at lata bussin koyra millum deildin á sjúkrahúsinum.

 

At enda skal bussurin koyra millum til dømis eitt tok ella eina bussstøð til eitt sjúkrahús.

 

Movia er partur av ætlanini, tí tey vóna, at føraraleysu bussarnir sum frá líður kunnu verða ein partur í almennu flutningstænastuni.

 

– Royndin skal eisini geva okkum vitan um, hvussu vit kunnu skapa góðar flutningsloysnini við teirri nýggju tøkni, sum ferðafólk kunnu brúka.

 

– Vit gleða okkum at koma í gong, sigur stjórin í Movia, Dorthe Nøhr Pedersen, sambært TV2 Lorry.

 

Í Vesthimmerlands Kommune royna tey eisini bussar uttan førara. Her gongur tað ikki so væl.

 

Ætlanin skuldi gera kommununa til ta fyrstu við einum føraraleysum bussi. Men ætlanin er strandað, tí tað er vorðið dýrarið enn væntað, skrivaði Jyllands-Posten í síðstða mánaði.

 

Tað er millum annað tí, at tað eru fleiri reglar á økinum, enn kommunan hevði roknað við.

Kommunan manglar tríggjar milliónir krónur, segði táverandi borgarstjórin Knud Kristensen.

Kommunan hevur higartil verið í gongd í tvey ár og brúka eina millión krónur upp á ætlanina.

 

/ritzau/