Sjálvmorð: Lurta heldur enn at snakka um okkum

- Tá vit søkja hjálp, takið okkum so í álvara heldur enn, at vit skulu prógva, hvussu ringt vit hava tað. Nógv av okkum fáa ikki hjálp, fyrr enn vit hava roynt at tikið okkara egna lív.

 

 

Í dag er altjóða dagur fyri sjálvmorðsfyribyrging.

 

Fleiri staðni í Gønlandi hava tiltøk verið fyri at seta sjóneyku á henda trupulleika, sum hevur skakað so nógvar familjur í landinum.

 

Í fjør vóru heili 1200 skrásettar sjálvmorðsroyndir í Grønlandi.

 

Sjálvmorð er ein stórur trupulleiki í landinum, sum nemir og skakar so mong menniskju og familjur.

 

Í Grønlandi eru tey samd um, at tað er ikki bara ein háttur í royndini at fyribyrgja sjálvmorð, tí tað kunnu vera so nógvar ymiskar orsøkir til, at eitt menniskja vil taka sítt egna lív.

 

Sambært Center for Folkesundhed í Grønlandi verður sagt, at tað serliga eru trý viðurskifti, sum eru afturvendandi í samband við sjálvmorðstankar og sjálvmorð í landinum.

 

* Alkohol

 

* Harðskapur

 

* Kynslig misnýtsla í barnaárum

 

- Lurtið eftir okkum heldur enn at snakka um okkum. Takið okkum við, tá strategiir verða lagdar. Tað eru vit, sum vita, hvat hetta snýr seg um. Lurtið eftir okkara tørvum heldur enn at skapa kjak um okkum - uttan at hava hoyrt, hvat tað er, vit vilja siga.

 

Í Sermitsiaq í dag vera hesi sjónarmið hjá sjálvmorðshóttum førd fram:

 

- Tá vit endiliga søkja hjálp, takið okkum so í álvara heldur enn, at vit skulu prógva, hvussu ringt vit hava tað. Nógv av okkum fáa ikki hjálp, fyrr enn vit hava roynt at tikið okkara egna lív.