Tað hevur í mong ár verið greitt, at tíðin er farin frá heimastýrislógini, at karmarnir í henni eru sprongdir. Men gongdin seinastu árini við búskapar-, banka-, vinnulívs- og politiskari kreppu hevur við sjeytummaseymi staðfest, at tað er alneyðugt at gera munandi broytingar í ríkisrættarligu støðu okkara ? beinanvegin. Taka vit ikki sjálvi stig til hesar broytingar, er vandi fyri, at onnur gera tað fyri okkum ? og tá er als ikki vist, at tað verða tær sum vit ynskja ella sum tæna føroyska samfelagnum best. Tí verða tað ikki fundamentalistiskar sambands- ella loysingarkreftir, ið koma at loysa spurningin, men tey, sum taka málið í so stórum álvara, at tey vilja fara til verka beinanvegin.
So at siga alt, sum kann yvirtakast sambært heimastýrislógini, er yvirtikið. Harafturat eru málsøki, sum annars ikki kunnu yvirtakast, í veruleikanum heilt ella lutvíst yvirtikin, soleiðis sum vit t.d. síggja tað, tá Føroyar gera handils- ella fiskivinnusáttmálar við onnur lond. Nýggj málsøki, sum als ikki vóru til, tá heimastýrislógin varð gjørd, eru komin ? t.d. umhvørvismál. Á øðrum økjum er gloppið ímillum føroyska og danska siðvenju og mentan blivið alt størri ? hetta ger seg m.a. galdandi á rættarøkinum, har donsk rættarvenja kemur í støðugt størri andsøgn til veruleikan í Føroyum. Alheimsgerðin av búskapargongdini ger, at alsamt størri tørvur verður á, at vit sjálvi hava neyðug stýrings- og eftirlitsamboð.
Í avgerandi spurninginum um ES-limaskap ganga Føroyar og Danmark hvør sína leið. Danmark er í fer við at gerast heimastýrisøki í ES, meðan Føroyar vilja verða uttanfyri. Politiska, búskaparliga og mentunnarliga lívið í Danmark vendir sær alt meira frá norðurlendska økinum og móti ES. Hetta ger, at Danmark letur frá sær myndugleika á økjum, sum framvegis eru felagsmál. Soleiðis koma vit í tað støðu, at reglur og lógir verða ásettar í Bruxelles, men av tí at talan er um felagsmál, eiga tær av røttum eisini at galda í Føroyum.
Tí krevst ein nýggj skipan.
Støðan í fólkinum
Ein stórur meiriluti í fólkinum hevur í tjóðskaparspurninginum eina støðu, sum samsvarar henni hjá Javnaðarflokkinum Tað er ein sannroynd, at um 80% av føroyska fólkinum vil at ríkisrættarliga støða okkara verður broytt, so vit taka okkum meira sjálvstýri. Tað er ein minkandi minniluti, ið ynskir at varveita verðandi skipan. Men tað er eisini ein sannroynd, at meira enn 75% av føroyingunum vilja ikki hava loysing frá Danmark í stundini. Út frá hesum veruleika mugu vit virka.
Skulu framstig henda í bræði, er neyðugt at tey mongu, sum vilja broytingar, finna felags semjur og gera felags niðurstøður um, hvussu ríkisrættarliga støðan skal verða. Tað verður ikki ein einstakur flokkur, sum fær alt sítt framt í hesum máli heldur. Tann størst møguligi meirilutin má semjast um eina leið, sum Løgtingið síðan staðfestir og sum verður tað grundarlag føroyingar fara til samráðingar við. Annars kann støðan gerast tann sama sum eftir krígslok, har føroyingar fóru at samráðast við 4 ella ongum uppleggi. Men ikki minst er vandi fyri, at ein loysn, sum bert hevur ein pinkalítlan meiriluta aftan fyri seg, kann føra til eitt óendaligt eljustríð aftaná ? millum føroyingar.
Javnaðarflokkurin staðfesti longu á landsfundi í 1981, at tað var neyðugt at fremja broytingar í ríkisrættarligu støðu okkara. Og tá flokkurin í 1990 skipaði samgongu, var eitt av málunum í samgonguskjalinum, at gerast skuldi ein sjálvstýrislóg. Avgjørt bleiv tó at gera eina nýggja stýrisskipanarlóg, áðrenn farið varð undir sjálvstýrislógina. Við landsstýrisskiftinum í 1994 datt arbeiðið við sjálvstýrislógini fyribils niður fyri.
Stjórnmálanevnd
Men tørvurin er har framvegis, og Javnaðarflokkurin hevur í tveimum umførum lagt uppskot á ting um at seta eina stjórnmálanevnd ? eina løgtingsnevnd, ið skal gera uppskot til nýtt lógarverk um ríkisrættarligu støðu okkara. Við beráddum huga vóru uppskotini soleiðis orðað, at tað var í sjálvum nevndarabeiðinum, at ítøkiliga innihaldið í nýggju skipanini skuldi greinast. Hetta fyri at geva øllum pørtum/flokkum møguleika at fáa ávirkan.
Hvørga ferðina eydnaðist at fáa undirtøku fyri uppskotinum. Sambandsflokkurin vil jú onki broyta. Fólka- og Sjálvstýrisflokkurin vóru so tjóðraðir at Sambandsflokkinum, at teir ikki tordu at taka undir. Og Tjóðveldisflokkurin vísti til, at málið var avgreitt við fólkaatkvðuni í 1946 ? fyri 52 árum síðani. Við hesum sýndu teir størstu vanvirðing mótvegis øllum okkum mongu, sum - av biologiskum orsakum ? ikki kundu luttaka í teirri fólkaatkvøðuni.
Tó er framvegis neyðugt at seta hesa parlamentarisku nevnd og tekur Javnaðarflokkurin tískil uppskotið við aftur, tá nýggj samgonga skal gerast eftir valið.
Sjálvstýrislógin
Sjálvsagt hevur eisini Javnaðarflokkurin sínar hugsanir um, hvussu ein komandi skipan skal verða. Og hesum hugsanum fer flokkurin at virka fyri í nevndararbeiðinum.
Høvuðssjónarmiðið hjá Javnaðarflokkinum er, at nýggja skipanin skal staðfesta, at Føroyar eru eitt sjálvstøðugt land. Og at so longi vit eru í ríkisfelagsskapi við Danmark, er talan um ein ríkisfelagsskap millum tvey sjálvstøðug lond. Føroyar verða sostatt ikki ein partur av Danmark, men eitt sjálvstøðugt land, ið ? til vit hava tikið aðra avgerð ? er í ríkisfelagsskapi við Danmark.
Tá ber heldur ikki til at hava nakað mark fyri, hvørji mál kunnu yvirtakast. Somuleiðis ber hetta í sær, at allar lógir verða løgtingslógir, og sostatt verða ongar ríkislógir. Eisini lógir í felagsmálum skulu setast í gildi við somu mannagongd sum fyri aðrar lógir.
Ikki minst av vaksandi alheimsgerðingini ? globaliseringini ? verður neyðugt at gera reglur um føroyskan heimarætt. At tað ber til at siga hvør er føroyingur og hvør er ikki føroyingur. Hesin tørvur kann ógvuliga skjótt gerast átroðkandi, um gongd kemur á oljuvinnu á føroyskum øki.
Tað er sjálvsagt, at føroyska fólkatingsumboðanin sum vit kenna hana, fer ikki at hóska til eina slíka skipan ? ja, helst verður føroysk fólkatingsumboðan sum so ikki ynskilig.
Annar neyðugur táttur í eini sjálvstýrislóg verður at áseta greiðar reglur um, hvussu Føroyar kunnu fara burturúr ríkisfelagsskapinum, um vit ynskja tað.
Íslendska leiðin
Við eini sjálvstýrislóg eftir hesum leisti, kunnu vit miðvíst ganga framá í sjálvbjargnisstrembanini. Vit ráða sjálvi fyri hvusu langt og hvussu skjótt vit vilja ganga. Og vit hava greiðar linjur til ytsta mark. Hetta minnir á mangan hátt um støðuna, sum Ísland var í eftir 1918, tá teir fingu teirra sjálvstýrislóg.
Ikki minst er hetta ein leið, sum avgerandi meirilutin av føroyska fólkinum ? og harvið eisini Løgtinginum - kann kann verða nøgt við.
Tí er sjálvstýrislógin einasta gongda leiðin í framtíðar ríkisrættarligu støðu okkara.
Bergur P. Dam