Fyri tann sum vil verða sæddur í ferðsluni, er Chrysler PT Cruiser ein ynskidreymur, bilurin er bæði nútímans og gamaldags.
Chrysler hava seinnu árini verið sera djarvir, tá tað snýr seg um at gera bilmodell, sum bróta við vanliga vanahugsan. PT Cruiser bleiv upprunaliga gjørdur sum ein konseptbilur til eina bilaframsýning, men bilurin bleiv so væl móttikin, at avgerð varð tikin um at seta bilin í framleiðslu, og hann kom á marknaðin í 1999.
Her hjá okkum er eingin PT Cruiser, bilurin verður ikki seldur í Føroyum. Men í fleiri av grannalondum okkara verða teir seldir - eisini í Danmark.
Hóast bilurin sær út av nógvum, er hann ikki so stórur, hann er í stødd við t.d. Renault Scénic og Mazda Premacy. Talan er um ein væl útgjørdan og rúmligan familjubil, har tey ferðandi sita høgt og hava gott útsýni.
Én stor lykkepille
PT Cruiser líkist einum bili frá 40-unum við ordiligum skermum og trinbrettum. Eisini fæst nógv ymisk eykaútgerð til bilin, soleiðis at hann kann koma at sígga uppaftur eldri og meira charmerandi út - óteljandi møguleikar.
Í fjørð heyst var ein PT Cruiser í Føroyum. Jørgin Gunnarsson, sum býr á oynni Bømlo í Norra, hevði sín PT Cruisara við sær, tá hann vitjaði her. Hann sigur, at øll sum hann møtir gera onkra viðmerking um bilin, summi siga, at tey blíva í góðum lag av at síggja bilin, onnur standa bara undrandi. Í einum donskum bilblaði stóð at lesa: "PT Cruiseren er genial - én stor lykkepille, hver gang man forlader den får den et lille klap og et stort smil".
Chrysler PT Cruiser 2,0 Limited
Motorurin2,0 litur 4 syl. bensin við 141 hk
0-100 km/t 11,3 sek
Bensinnýtsla11,9 km/l
Dekkstødd205/55-16
Stødd og vekt
Longd429,0 cm
Breidd 170,0 cm
Hædd160,0 cm
Vekt 1.375 kg
Viðførisrúm 538 / 1821 litrar
Prísur (í Danmark)kr. ca. 300.000,-