Sjarmuherferð fyri náttúruvísindina

Í gjár komu teir fyrstu donsku næmingarnir til Føroya, sum skuli sigla tann fyrsta teinin við Vædderen á Galathea 3-rannsóknarferðini. Tey skulu kanna súrevnisframleiðsluna hjá algum í havinum, og gleða seg til at arbeiða saman við granskarum. Tey leggja tó afturat, at tað ikki er av tilvild, at nógvir fjølmiðlafólk eru við á ferðini, tí ætlanin er eisini at varpa ljós á náttúruvísindaligu lærugreinirnar

GRANSKING

 
 
 
Í gjár komu tveir av teimum donsku næmingunum, Susannah Keller Finn og Asbjørn Stub Jacobsen, til Føroya í sambandi við Galathea 3-rannsóknarferðina. Tey komu saman við lærara teirra í studentaskúlanum nærhendis Ballerup, Maria Nyland Jensen, og áðrenn Vædderen kom til Føroya, gistu tey á hotelli í Havn.
Tey vitjaðu í Miðlahúsinum í Vágsbotni í gjár og greiddu frá, at næmingar úr tilsamans eini 40 studentaskúlaflokkum í Danmark høvdu kappast um at sloppið við á ferðina. Av hesum vóru 7 flokkar komnir í finaluna, og fimm flokkar sluppu gjøgnum tað endaliga nálareygað.
Úr hesum fimm flokkum vórðu eini 7-10 næmingar úr hvørjum flokki bidnir at koma til sokallaða casting hjá danska TV-2, sum síðani valdi tveir næmingar úr hvørjum flokki út. Hesir báðir næmingarnir skulu so verða umborð á Vædderen í góðar 3 vikur í part, tá umboð úr tí næsta flokkinum taka yvir.
 
Kanna súrevnisframleiðsluna hjá algum
 
Susannah og Asbjørn greiða frá, at tað blivu tey, sum blivu vald úr júst teirra alisfrøðiflokki, og eitt av endamálunum er at varpa ljós á tær náttúruvísindaligu lærugreinirnar, sum ikki hava megnað kveikt áhugan hjá nóg nógvum næmingum tey seinastu árini, hóast tørvurin á fólki annars hevur verið stórur.
Tey greiða frá, at uppgávan hjá teimum verður at kanna súrevnisframleiðsluna hjá algum í havinum, og sjálvt arbeiðið vendir sær serliga móti lívfrøðini, siga tey. Innihaldið av CO2 verður mett at vera stórt uppi við vatnskorpuna í havinum á okkara leiðum, og hetta kann føra til, at havið verður súrari, greiða tey frá. Tey siga tí vóna, at tey megna at prógva eina gongd, sum tey taka til, so eitt úrslit fæst til vega, áðrenn, tey skulu mynstra av aftur skipinum.
Meðan tey eru umborð, sita teirra floksfelagar í Danmark í teirra flógvu skúlastovum og fylgja arbeiðinum og úrslitunum á internetinum. Tey greiða frá at royndir eisini eru gjørdar skamt frá Århus, og at úrslitini skulu samanberast við tey frá Galathea 2-ferðini í fimtiárunum, hóast farvatnið tá var eitt annað.
Hesaferð skal Galathea 3 sigla heilt suður til m.a. Kili og Galapagosoyggjarnar, men Susannah og Asbjørn skulu tó mynstra av longu í Nuuk, har aðrir studentaskúlanæmingar sum nevnt koma umborð. Hetta leggja tey tó einki í, tí sum tey sjálv siga, so skulu hini til nakrar frítíðaroyggjar, har granskararnir skulu arbeiða meira spjaddir, meðan tey á okkara havleiðum koma at arbeiða meira savnað umborð á sjálvum skipinum saman við professionellum granskarum, og tí koma tey at fáa mannagongdirnar hjá granskarunum tæt upp at sær, sum tey taka til.
- Og so hava vit ongantíð verið í Føroyum fyrr, skunda tey sær at siga við ein munn.
 
Miðlastunt
 
Tey skulu mynstra av tann 12. september, men ivast ikki í, at fáa brúkt nógv av hesum í øðrum lærugreinum enn teimum náttúruvísindaligu, tí verkætlanin er tvørfaklig og partur av nýggjari lærugrein, sum verður kallað almen studieforberedelse.
Eini 35 til 40 granskarar frá flestu hægri lærustovnum verða við Vædderen á túrinum, og umframt at kanna norðurhøvini skal manningin á Vædderen kanna fiskar og skjaldbøkur kannast við Asorurnar og onnur djór og menningarlæra  evolutión  kannast við Galapagos.
Harafturat skal kolevni og kyksilvur kannast á øllum túrinum.
Tað er ikki av tilvild at donsku fjølmiðlarnir eru væl umboðaðir. Umframt at hetta er ein stór verkætlan innan gransking, so er hetta eisini eitt stórt PR-stund fyri náttúruvísind siga Susannah og Asbjørn.
 
 
MYNDATEKSTUR
 
 
F.v. Susannah Keller Finn og Asbjørn Stub Jacobsen saman við lærara teirra, Maria Nyland Jensen