Tey sjey føroysku træskipini, sum hava verið á rundferð í Danmark, eru nú á veg til Hetlands.
Tey hava verið á rundferð í Danmark í sambandi við at tað nú eru 100 ár síðani, at føroyska flaggið, Merkið, varð teknað, men nú eru tey á veg heim aftur, og ætla at leggja at landið í Lerwick í Hetlandi á veg heim aftur.
Tilsamans eru 82 fólk við teimum sjey skipunum, Westward Ho, Johanna, Norðlýsið, Thorshavn, Dragin, Norðan og Heimdal.
Tey eru nú mitt í Norðsjónum á veg til Hetlands og tey vænta at leggja at í Lerwick í morgin ári. Í Hetlandi verður nógv gjørt burtur úr. Tað vera almennir myndugleikar, sum taka ímóti skipunum og tey verða eisini opin fyri almenninginum.
Tað er eisini skipað fyri, at skúlaklassar fara umborð at síggja skipini og tá fer manningin eisini at greiða teimum frá um skipini, um fiskiskap og um Føroyar. Manningarnar fara eisini at dansa føroyskan dans og tær fara at vísa hetlendingum føroyska framleiðslu av ymsum slagi og at bjóða teimum smakkiroyndir av ymsum føroyskum.
Føroysku træskipini loysa aftur úr Lerwick fríggjakvøldið og tey verða aftur í Føroyum sunnudagin eftir at hava verið burtur í ein mánað.