Sjey nýggj partafeløg

Samstundis sum fleiri nýggj feløg síggjast í vinnuskránni, eru onnur farin í konkurs.

 

Samstundis sum fleiri nýggj feløg síggjast í vinnuskránni, eru onnur farin í konkurs.

 

Millum tey nýggju eru Sp/F 27.05, sum eisini hevur hjánøvn so sum AVAVA Consult, AVAVA group og AVAVA Trading. Endamálið hjá hesum felagnum er millum annað at eiga partabrøv og eiga og reka fasta ogn. Stovnari og stjóri er Janus Páll Rein.

 

Sp/F Faroe Solutions er heitið á einum øðrum nýggjum felagið, sum skal reka virksemi við handli og tænastum. Stjóri er Niklas Hansson, sum býr í Keypmannahavn.

 

Sp/F við Laksá skal reka úteigan av húsum og íbúðum umframt at veita ymiskar tænastur í samband við ferðavinnu. Stjóri í felagnum er Arni Djurhuus Brattaberg.

 

Onkrar nevndarbroytingar eru eisini. Í Northwest Pelagic kemur ein hollendingur inn í nevndina fyri ein annan. Stjóraskifti í BankNordik førir við sær eitt stjóraskifti í Sp/F Íbúðir undir Gráasteini, har Óluva Zachariassen tekur við sum stjóri eftir Árna Ellefsen og í Estra Prent er Sonja á Líðarenda komin inn í nevndina í staðin fyri Páll Isholm. 

 

Í Safari Transport eru eisini fleiri broytingar. Jan Slættalíð er vorðin stjóri eftir Knút Andrias Svabo Lützen, meðan Sjúrður Johansen og Guðmundur Tór Gunnarsson eru valdir inn í nevndina fyri Kristján Pálsson og Steen Osorio.

 

Eisini eru feløg sum matstovan Carello, Alfa Transport, Keyp-Inn í Hvalba sett undir tvingsilsavtøku.

 

Sí allar broytingarnar her