Høllin á Giljanesi var leygardagin karmur um kapping í inniróðri, sum Miðvágs Róðrarfelag skipaði fyri. Endamálið við kappingini var at geva føroyskum rógvarum ein møguleika at rógva seg til norðurlandameistaraskapin í inniróðri, sum verður á skránni tíðliga í næsta ár. Ein liðkapping var eisini á skránni á Giljanesi, har rógvarar, sum kanska ikki høvdu áhuga fyri NM-kappingini, kundu fara við til.
Luttøkan var hampiliga góð, og fleiri av føroysku rógvarunum kláraðu kravtíðirnar, sum Róðrarsamband Føroya hevði sett til kappingina. Tá kappingin var komin at enda var greitt, at sjey luttakarar kláraðu kravtíðirnar, og teir sleppa so við til NM í næsta ár. Teir sjey vóru: Gerda Olsen, Lis Elin Nielsen, Karl Danielsen, Búgvi Poulsen, Beinir Danielsen, Súsanna Skylv Sørensen og Heini Hátún.
Vinnararnir í ymisku bólkunum:
Gentur 12 ár og yngri
Nr. Navn Teinur Tíð
1. Gerda Olesen 500 m 2.10.03
2. Hanna Hansen 500 m 2.13.00
3. Erla Johannesen 500 m 2.21.08
Dreingir 12 ár og yngri
Nr. Navn Teinur Tíð
1. Jóanis A. Nielsen 500 m 2.29.06
Gentur 13-14 ár
Nr. Navn Teinur Tíð
1. Lis Elin Nielsen 1000 m 3.54.02
2. Erla Jacobsen 1000 m 4.05.00
3. Sara Joensen 1000 m 4.41.00
Dreingir 13-14 ár
Nr. Navn Teinur Tíð
1. Bergur Johansen 1000 m 3.42.02
2. Ásmund Hansen 1000 m 3.54.07
3. Jaspur Jørgensen 1000 m 4.07.08
Gentur 15-18 ár
Nr. Navn Teinur Tíð
1. Sarita K. Hansen 2000 m 8.25.03
Dreingir 15-18 ár
Nr. Navn Teinur Tíð
1. Karl Danielsen 2000 m 6.39.06
2. Joen Petur Jacobsen 2000 m 6.50.00
3. Jóhan Dam 2000 m 6.55.00
Lættvekt kvinnur
Nr. Navn Teinur Tíð
1. Súsanna S. Sørensen 2000 m 7.19.01
Lættvekt menn
Nr. Navn Teinur Tíð
1. Búgvi Poulsen 2000 m 6.32.08
2. Beinir Danielsen 2000 m 6.36.09
3. Sigurd Nordendal 2000 m 6.41.03
Tungvekt menn
Nr. Navn Teinur Tíð
1. Heini Hátún 2000 m 6.20.04
2. Øssur Hansen 2000 m 7.11.05
3. Tórhallur Thomsen 2000 m 7.11.07
Kvinnur 35 ár og eldir
Nr. Navn Teinur Tíð
1. Ebba Jacobsen 1000 m 4.04.08
2. Anja Hansen 1000 m 4.32.01
Menn 35 ár og eldir
Nr. Navn Teinur Tíð
1. Jógvan H. Hansen 1000 m 3.42.00