Sjey smáir bygdarskúlar niðurlagdur

FÓLKASKÚLIN Hetta seinasta árið eru heilir sjey føroyskir bygdarskúlar niðurlagdir – men harafturímóti verður so ein útoyggjaskúli endurstovnaður

Tá ið børnini fara í skúla aftur í summar, verða sjey smáir bygdarskúlar færri í Føroyum, enn tað vóru fyri einum ári síðani.
Tað er greitt, nú innskrivingin til allar skúlarnar er liðug.
Olaus Jespersen, deildarstjóri á fólkaskúladeildini í mentamálaráðnum, sigur, at orsøkin til at skúlarnir verða niðurlagdur er bara partvís tann, at ongi skúlabørn eru eftir í bygdini longur.
- Men ein orsøk til at skúlar lata aftur, er eisini, at foreldur vilja ikki hava børn síni at ganga í teimum heilt smáu skúlunum.
Hann ivast ikki í, at hetta er ein gongd, sum fer at vinda upp á seg næstu árini.
- Serliga har foreldur á smábygd, arbeiða á størri plássum, fer tað helst at vinda upp á seg, at tey taka bara børnini við sær í bilin í tað størru bygdina at ganga í skúla.

Sjálvboðið
Olaus Jespersen sigur, at tað hevur eisini gjørt seg galdandi, at børn á smábygd hava verið í dagrøktarskipan í eini størri bygd og so halda tey bara fram í skúla har, tí har kenna tey onnur børn og umstøðurnar.
Hetta vilja bæði foreldrini og børnni heldur enn at tey aftur verða tikin burtur úr aftur felagsskapinum tey kenna og og frá vinfólkunum og flutt aftur í skúlan í smábygdini, har einsemið er størri.

Tíðin farin frá
Olaus Jespersen væntar tískil, at hesi næstu árini verða tað væl fleiri bygdarskúlar, sum fara at hvørva, tí tíðin er við at renna undan teimum, bæði tí, at ongi børn eru og tí at foreldrini vilja hava børnini at ganga í størri skúlum.
- Eg haldi, at tann sosiala samveran við onnur børn er høvuðsorsøkin til, at foreldrini vilja hava børini at ganga í størri skúlum. Eitt barn í størri skúlum hevur samband við fleiri børn og fleiri lærarar enn tey hava í einum lítlum skúla. Harafturat kemur so eisini tað, at børn læra av hvørjum øðrum. Tí ásanna fleiri og fleiri foreldur, at tað er ein fakligur fyrimunur fyri børnini, at ganga á størri skúlum, heldur enn at vera í einum lítlum skúla saman við heilt fáum øðrum børnum.
Men tað verður sjálvandi eisini av nátúrligum orsøkum, at fleiri skúlar fara at verða niðurlagdir, tí ongi skúlabørn eru eftir í bygdini.
Vit hoyra oftani, at bygdarfólk vilja ikki av við skúlan, tí ”fer skúlin úr bygdini, fer bygdin eisini”
Hesum er Olaus Jespersen ikki samdur í. Hann vísir á, at Morskranes, Selatræ og aðrar bygdir, sum mistu skúlan í fimmti og sekstiárunum, eru framvegis til sum bygdir.
Hann heldur, at hetta er nógv meiri tengt at arbeiðsmøguleikunum hjá foreldrunum.
- Nú er nógv lættari at koma til og frá og tey flestu hava bil og tí verða fólk búgvandi á smábygd, tó at tey arbeiða aðrastaðni.
Les eisini greinina: "Niðurleggingar føra til sparingar" og greinina: "Um alt landið"