Sjey stig til NSÍ og eitt stig til Skála

Her eru úrslitini og málskjúttarnir í teimum trimum innanhýsis dystunum millum NSÍ og Skála

NSÍ og Skála hava spælt teir tríggjar innanhýsis dystirnar í Betrideildini hjá monnum hetta kappingarárið.

 

NSÍ vann báðar dystirnar við Løkin, meðan tann triði dysturin undir Mýruhjalla endaði við javnleiki.

 

Sostatt gjørdist tann samlaða úrtøkan í teimum trimum innanhýsis dystunum sjey stig til NSÍ, og eitt stig til Skála.

 

Samlaða málúrtøkan í teimum trimum dystunum er 6-1 til NSÍ.

 

NSÍ-Skála 3-1 (2-0) - 16. mars

 

1-0 Petur Knudsen (16.)

 

2-0 Betuel Hansen (27.)

 

2-1 Djóni Petersen (65.)

 

3-1 Petur Knudsen (69.)

 

NSÍ-Skála 3-0 (1-0) - 10. august

 

1-0 Viktor Agardius (18.)

 

2-0 Petur Knudsen, br. (88.)

 

3-0 Petur Knudsen, br. (90.+)

 

Skála-NSÍ 0-0 - 20. oktober

 

Kelda: FaroeSoccer