Sjey uppskot til Cavlingvirðislønina

Sjey journalistiskar søgur eru í uppskoti til høgt mettu Cavlingvirðislønina. Millum uppskotini eru sendingar, greinarøðir og ein bók

Tað er Cavlingnevndin í Dansk journalistforbund, sum skal gera av, hvør fær virðislønina, ið verður mett at vera størsti danski journalistheiðurin yvirhøvur.
Uppskotini eru hesi:
- Thomas Saneborg og Niels Sandøe á Jyllandsposten fyri avdúkingar um maktmisnýtslu í tryggingarfelagnum Codan
- Lars Olsen fyri bókina Det delte Danmark um fleiri ára miseydnaðan integratións-, skúla- og íbúðarpolitikk
- Christian Andersen og Michael Klint fyri DR dokumentarsendingina Hævet over mistanke um vantandi vilja hjá mynduleikunumum at kanna ein deyðstilburð í samband við politihandtøku.
- Tom Heineman og Morten Hansen fyri geinarøð í Fakblaðnum 3F um umhvørvisdálkingina hjá statsfíggjaðum donskum svínagørðum í Polen
- René Gummer, Pernille Stensgaard og Henrik Winther á Weekendavísini fyri greinarøð um lívsins gongd á Ríkissjúkrahúsinum
- Tino Pedersen, Lars Teilgaard og Claus Kræmmergaard á Nordjyske Medier fyri avdúking av chikanu og samstarvstrupulleikar á Politigarðinum í Hjørring
- Christoffer Gulbrandsen fyri DR dokumentarsendingina Lykketoft Finale um miseydnaða valstríðið hjá fyrrverandi formanninum í sosialdemokratiska flokkinum
Vinnarin verður kunngjørdur 4. januar