Ein verkætlan skal greina, um ílegusamansetingin hjá tí einstaka COVID-19 sjúklinginum ávirkar sjúkugongdina.
Tríggjar snúgva seg um árinið av COVID-19 á heilsustøðuna hjá 80 ára gomlum føroyingum, um árinið av øðrvísi skúlagongdini á fólkaskúlanæmingar og um árinið á trúarlívið.
Hinar verkætlanirnar snúgva seg um smittutøl og sjúkueyðkenni hjá føroyskum korona-sjúklingum, um leiklutin hjá serfrøðingum og myndugleikum og um undirvísingina í fólkaskúlaleiðslunum.
Stuðulin er býttur soleiðis:
Ávirkar ílegusamansetingin hjá einstaklinginum sjúkugongdina hjá COVID-19 smittuni?
Stuðul: 497.081 kr.
Verkætlanarleiðari: Noomi O. Gregersen, ph.d. FarGen/Ílegusavnið. Kliniskur ábyrgdarhavi: Shahin Gaini, ph.d. og yvirlækni, Landssjúkrahúsið. Aðrir luttakarar í bólkinum: Maria Skaalum Petersen og Magni Mohr.
Verkætlanin verður knýtt at Deplinum fyri Heilsu- og Almannagransking.
Árin av COVID-19 á heilsustøðuna hjá áttati ára gomlum føroyingum
Stuðul: 135.438 kr.
Verkætlanarleiðari: Eina H. Eliasen, Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu
Hendan verkætlanin er knýtt at ph.d.-verkætlanini, sum Eina H. Eliasen er í gongd við í løtuni.
Støðan hjá næmingum í “Koronaskúlanum”
Stuðul: 111.704 kr.
Verkætlanarleiðari: Katrin av Kák, Námsvísindadeildin, Fróðskaparsetrið.
Verkætlanin er knýtt at øðrum verkætlanum á Námsvísindadeildini.
Kristnilív heima: Hvussu tillaga kirkjur og samkomur í Føroyum seg í sambandi við COVOD-19 farsóttina
Stuðul: 129.185 kr.
Verkætlanarleiðari: Jan Jensen í samstarvi við Søgu- og Samfelagsdeildina á Fróðskaparsetrinum.
Verkætlanin verður knýtt at ph.d.verkætlanini, sum Jan Jensen er í gongd við á University of Cambridge.
Korona í Føroyum – kanningar av smittutølum, sjúkueyðkenni og andevni hjá korona sjúklingum í Føroyum
Stuðul: 499.267 kr.
Verkætlanarleiðari: Shahin Gaini, ph.d. og yvirlækni. Aðrir luttakarar í bólkinum: Bjarni á Steig, Marnar Fríðheim Kristiansen, Sanna á Borg, Bodil H. Heimustovu, Tróndur Høgnason Mohr, Lars Fodgaard Møller, Hannes Gislason, Marin Strøm, Maria Skaalum Petersen, Guðrið Andorsdóttir, og Debes H. Christiansen.
Leikluturin hjá serfrøðingum og myndugleikum í eini kreppustøð
Stuðul: 93.062 kr.
Verkætlanarleiðari: Heini í Skorini, Søgu- og Samfelagsdeildin, Fróðskaparsetrið
Leiklutur og týdningur av stuðlandi leiðslu fyri lærarum í fólkaskúlanum í Covid-19 - tíðini.
Stuðul: 81.744 kr.
Verkætlanarleiðari: Kalpana Vijayavarathan, Námsvísindadeildin, Fróðskaparsetrið.
Sjey verkætlanir hava nú fingið tilsamans 1,5 millión í stuðli frá COVID-19 átakinum, sum Granskingarráðið hevur tikið stig til.