Sjóborgin - Eitt lag til minnis teirra sjólatnu

Simona Paula

Sjóborgin

Útgivið 1. novembur umvegis Plátufelagið Tutl

Hetta fortelur Simona Paula:

“‘Sjóborgin’ er navnið á bátinum, sum sakk 2. apríl í 1998. Eg var góðar tveir mánaðar gomul um tað mundi, systir mín 1 ára gomul og beiggi mín 3 ára gamal. Hesin lagnudagur, hevði við sær, at eg misti pápa, abba og mammubeiggja mín. Hóast eg bert var ein óviti, hevur sorg, ótti og ikki minst hópin av ósvaraðum spurningum altíð ligið í bakgrundini. Sum árini hava gingið, havi eg serliga sitið við spurningum um, hvussu mamma hevur megnað at givið mær og mínum systkjum eitt so gott lív. Alt okkara lív, hevur hon stríðst fyri okkum og hevur sett sín egna tørv til síðis. Hon er tann sterkasta, eg kenni, og mín varði gjøgnum allar tíðir. Hon hevur ikki eina ferð gramt seg um sína hørðu lagnu frammanfyri okkum. Tó veit eg, at fleiri tankar og kenslur sita aftanfyri eina so harða lagnu, sum eg ikki tori at spyrja hana um; tí um hon brotnar, so brotni eg við.”

 

 

 

Lurta eftir Sjóborgin