Sjóborgin ikki funnin aftur

Stranda bygd er merkt av djúpari sorg í hesum døgum og alt Føroya land hevur djúpastu samkenslu við teimum. Tey hava mist fimm mans í besta aldri. Á veg inn av fiskiskapi hvarv Sjóborgin við fimm monnum umborð og eingin veit hvat er hent og hvussu. Almenna leitingin steðagaði í skýmingini fríggjakvøldið, men fleiri skip hildu á at leita alt vikuskiftið

Sorgin hevur lagt sína køldu hond yvir landið nú høgtíðin stundar til.

Fimm mans í besta aldri eru tiknir burtur og heima sita tey spyrjandi um hvat tað var sum hendi.

Men hvørki tey ella vit onnur fáa nakað svar uppá okkara mongu spurningar.

Hvat hendi og hvussu ella bara hví hendir slíkt ræðuligt, at vit skulu missa so nógv?

Vit gerast neyvan klókari, tí tað er eingin sum veit hvat fór fram, hvar ella nær.

Tað var hósdagin, at Sjóborg var á veg til lands av fiskiskapi.

Men hon vann ongantíð upp land.

Teir høvdu roynt í einum kassa í ein útnyrðing úr Mýlingi.

Sjóborgin var á veg inn á Toftir at leggja veiðina upp. Ætlanin var at sigla inn í Eiðisflógvan, suður gjøgnum Sundalagið og síðani inn á Toftir, har teir eftir ætlan skuldu verða um seks-tíðina hóskvøldið.

Martin Johansen, reiðari hjá Sjóborgini sigur við Sosialin, at hann hevði samband við Sjóborgina um ellivu tíðina hósdagin og tá var veðrið á eini góðari leið, men at hann hevði fríska vindin eitt sindur.

Hann tosaði aftur við teir um trý-tíðina seinnapartin og tá vóru teir á veg inn. Teir vóru tá staddir einar tríggjar fjórðingar úr Mýlingi.

Fiskiskapurin hevur verið góður seinastu dagarnar og Sjóborgin hevði uml. 320 kassar inni. Tað svarar til eini 15-16 tons, sigur Martin Johansen.

Martin royndi aftur at fáa samband við bátin um hálvgun seks tíðina, men tá svaraði ikki.

? Hoyrilíkindini eru ikki so góð í Sundalagnum, so eg bað Tórshavnar Radio um at seta seg í samband við teir, men teir fingu heldur einki svar.

? Eg koyrdi so yvir á Morkranes fyri at vita um eg sá teir, tí teir skuldu verið komnir heilt suður, men har var einki at síggja. Tá valdi eg at ringja til skiparan á Tindi og biðja teir fara at leita.

Tindur byrjaði at leita, men tá teir einki sóu settu teir seg í samband við V&B.


Nógvir fiskifør

við í leitingini

Tí fór leitingin í gongd heilt stutt eftir at boðini vóru givin um at Sjóborgin var saknað.

Sjóverjan sendi Vædderen at leita og V&B sendi bæði Tjaldrið og Nim avstað beinanvegin.

Tyrlurnar hjá sjóverjuni og hjá Atlantsflog vóru eisini settar inn í leitingina. Tær byrjaðu at leita fram við landið norðanfyri og vestanfyri, men úrslitið var tað sama. Har var einki at síggja.

Av Vaktar- og Bjargingartænastuni verður sagt, at teir tí kundu staðfesta, at tað ikki var skipinum leitast skuldi eftir, men heldur eftir bjargingarbátum ella monnum í sjónum.

Leitingin helt fram alla hósnáttina og fríggjadagin varð Gulfstream flogfarið hjá sjóverjuni sett inn í leitingina.

Umframt sjóverjuskipini luttóku 20 føroysk skip í leitingini.


Funnu bjargingarring

Um sjey-tíðina fríggjakvøldið fann eitt av skipunum ein bjargingarring frá Sjóborgini.

Ringurin varð funnin einar 13 sjómíl úr Mýlingi.

Annars varð leitingin úrslitaleys og tá myrkið legði seg fríggjakvøldið varð leitingin avblást.

Skipini hjá V&B og nakrir bátar hildu tó fram við leitingini alt vikuskifti, men teir hava ikki funnið nakað, sum bara kann geva eina ábending um hvat er hent.

V&B sigur, at teir fara at halda fram við leitingini eina tíð enn, serliga fram við landið.

Sum nevnt hava bæði Tjaldrið og Nim verði norðanfyri alt vikuskiftið, men av tí at tað ikki viðraði serliga væl leygardagin bar ikki so væl til at leita.