Sjódypp havt reisigildi í dag

Havsvimjarar í Suðuroynni hava felagið Sjódypp, og hava hesi svomið regluliga í Tjaldavík.

 

Brátt kom upp á tal at gera eini lítil hús, har ein kundi skifta, og kanska fáa sær ábit ella annað.  

 

Í dag varso reisigildi í Tjaldavík.

 

Baðihùsið er 32kvm stórt, skal innihalda sauna, skiftirùm og uppihaldsrúm.

 

Síðani 2020 hava tey í Sjódypp aktivt søkt stuðul frá m.a Hópfígging, LOA, virkum, kommunum og sjálvandi trúføstu limunum. Bađihúsið væntast at koma í nýtslu umleið jóansøku tíð. Ørvur Norðberg, sum er timburmaður, byrjaði 9. novembur at byggja elementir inni í pakkhúsinum hjá Richard B. Thomsen Timburhandli.

 

Eini 30 fólk vóru til staðar í dag, og Anita Vibergsdottir frá Tvøroyrar kommunu og Delmar Tausen fra Hovs kommunu hildu røðu.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##