Sjøtul settur á listaárið

Fríggjadagin verður sjøtul settur á listaárið 2023, tá ein listaframsýning við verkum hjá Tróndi Patursson, Hansinu Iversen, Hanna Bjartalíð og Rannvá Kunoy letur upp í Steinprenti. Talan er um málningar, tekningar og glasrelieff.

Listafólkini eru millum tey kendastu og mest etableraðu av okkara listafólkum.

 

Málningarnir hjá Rannvá Kunoy eru eyðkendir við sínum skyggjandi myndaflatum, skiftandi litbrigdum og eini ørgrynnu av svørtum strokum, skapum, teknum, orðum og tølum; hetta eru myndaliðir, ið at síggja til bylgja aftur og fram á myndaflatanum sum um okkurt antin er við at kykna ella ganga undir.

 

##med4##

 

##med3##

 

Fjøllistamannin Trónd Patursson kenna vit sum listamálara og glaslistamann, ið eisini arbeiðir við monumentalum verkætlanum. Í Steinprenti framsýnir hann  málningar við eyðkenda kalligrafiska mynstrinum, sum ongantíð er heilt tað sama, men støðugt broytist. Myndirnar tykjast nonfigurativar, men mynstrið er náttúrukent og byggir á náttúruupplivingar hjá listamanninum.

 

##med2##

 

Hansinu Iversen kenna vit somuleiðis sum málara og grafikara - eisini hon hevur útint størri verk, t.d. prýðingina av tinghúsbygninginum. Hennara málningar eru koloristiskir við denti á litir og skap - í apríl hevur hon serframsýning í Steinprenti.

 

##med5##

 

Hanni Bjartalíð er somuleiðis fjøltáttaður listamaður, sum ger standmyndir og relieff umframt tekningar og grafikk. Tusjtekningarnar, sum hann hevur teknað seinastu tíðina, eru litríkar og fullar av lutum og av myndum í myndini - tað er ikki minst í hesum myndum, at vit uppliva áhugaverdar tilsipingar til føroyska list.

 

Hjartaliga vælkomin til vernissage í Steinprenti fríggjadagin 20. januar klokkan 16, skriva fyrireikararnir.