Sjómenn rýma sjálvt frá góðum fiskiskapi

- Eg tori hvørki at siga um tað er rætt ella skeivt at geva fiskimonnum skattalætta, men eg vóni, tað verður ein íløga, sum loysir seg fyri kommunurnar, sigur Jógvan K. Mørkøre, formaður í Føroya Kommunufelag

Føroysku kommunurnar draga á bæði, hvat tær skulu siga til uppskotið um at veita sjómonnum skattalætta.

Fyri summar kommunur hevur hetta ongan týdning. Tað eru tær kommunurnar, sum hava lutfalsliga fáar sjómenn, eitt nú Tórhavnar kommuna.

Men so eru tað hinvegin aðrar bygdir, har tað mesta av mannfólkinum hevur sína inntøku á sjónum. Skattainntøkan hjá hesum kommunum veksur so nógv, at neyðugt verður at hækka skattaprosentið 1/2 til 1 %. Hetta er ikki minst galdandi fyri útróðrarplássini.

Men kommunurnar mótmæla einki serligt kortini, tí vandin fyri, at fleiri sjómenn flyta av landinum lúrir støðugt, og hvør mist inntøka kostar nógv.


Okkurt má gerast

- Eg tori hvørki at siga um tað er rætt ella skeivt at veita sjómonnunum skattalætta, men tað er gott, um tað eydnast at byrgja upp fyri, at fleiri sjómenn rýma, sigur Jógvan K. Møkøre.

Og møguleikin er veruligur fyri, at fleiri sjómenn fara, tá ætlaðu skerjingarnar í fiskiskapinum verða settar í verk.

- Vit mugu minnast til, at hetta seinasta árið hevur línufiskiskapurin verið avbera góður. Eg veit um onkran bát, sum væntaði at fáa 800 tons í ár men kemur upp á kanska 1400 tons.

- Sjálvt meðan fiskiskapurin hevur verið so góður, eru fleiri fluttir av landinum. Eingin kann vænta, at hesin fiskiskapurin stendur við, og tí er neyðugt at gera okkurt fyri at byrgja upp fyri, at fleiri fara, sigur Jógvan K. Mørkøre.

Hann er væl greiður yvir, at fleiri kommunur fara nógv niður í skattainntøku við at lækka skattin hjá sjómonnunum. Men spurningurin er, um kommunurnar hava nakað væl.


Tvinnir eru kostirnir

- Tað kann væl vera, at lækkar skatturin hjá sjómonnunum ikki, fara fleiri, og harvið missa kommurnar alla inntøku teirra, sum fara. Og sum ikki einaferð eru hetta tær kommunurnar, sum frammanundan harðast eru raktar, tær mest viðbreknu.

Jógvan K. Mørkøre nevnir dømi um eina kommunu á meginøkinum. Har búgva 600-700 fólk. Fleiri eru sjómenn, og fleiri fólk arbeiða í øðrum bygdum.

Samlaða skattskylduga inntøkan hjá kommuni lá í 1996, um 60 mió. krónur, og av teimum vóru upp ímóti 18 mió. sjomannainntøkurnar.

Úr hesi kommununi eru longu fluttir tíggju sjómenn, og tað merkir fyri kommununa uml. 3 mió. krónur í minni skattskyldugari inntøku.


Fíggjarætlanin gjørd

Uppskotið um skattalætta til sjómenninar ørkymlar kommunustýrini, tí tað kemur eftir, at fíggjarætlanin fyri næsta ár er løgd og send landsstýrinum. Eingin kommuna hevur tí lagt upp fyri nøkrum slíkum.

Kommunurnar gera tvey uppskot til fíggjarætlan fyri næsta ár, eitt í september og eitt 1. desember.

Fyrra uppskotið byggir á inntøkuna fyri níggju teir fyrstu mánaðirnar, men vaksa skattainntøkurnar seinni, hava kommunurnar nakað til óvæntaðar útreiðslur. Kommunurnar, sum ringast eru staddar, bíða til 1. desember við at gera fíggjarætlan, og tær hava so einki at lata av.

- Vit mugu bara vóna, at skattalættin til sjómenninar verður ein íløga, sum loysir seg fyri kommurnar.

- Landsstýrið hevur kravt, at allar meirinntøkur hjá kommununum skulu brúkast til at gjalda lán niður við. Tað er í grundini skilagott, men tað hongur ikki saman, at Eilif Samuelsen kemur við slíkum harraboðum til kommunurnar, samstundis sum landsstýrið kemur við skattalógaruppskoti, ið hevur so stóra ávirkan, sigur Jógvan K. Mørkøre.