Teir 11 menninir vóru sera illa fyri bæði likamliga og sálarliga, og summir teirra vóru næstan naknir, tá teir sluppu leysir í gjár.
-Teir eru sjálvandi fegnir um at vera slopnir úr fangaleguni, men teir hava havt tað ræðuligt. Teir fingu ringa viðferð og vóru fleiri ferðir deyðanum nær, og nakrir av teirra skipsfeløgum vórðu riknir av døgum, sigur ein talsmaður fyri teir somalisku myndugleikarnar við bretska blaðið The Telegraph.
Ein av manningini doyðu av skotum undir ráninum. Ránsmenninir og hinir fangarnir vórðu verandi umborð á skipinum, men í ódnarveðri í fjør sakk skipið, og fimm av manningini druknaðu. Hinir vórðu fluttir í eina fangalegu í Somalia. Nú eru teir seinastu 11 latnir leysir.